U21 HM: Føroyar løgdu fyri við sigri á Norðurmakedonia

Føroyska U21-manslandsliðið fekk eina góða byrjan upp á HM-endaspælið í Póllandi

Óli Mittún legði hart út við at skjóta heili 15 mál í fyrsta dystinum (Savnsmynd).

Føroyska U21-landsliðið fekk eina frálíka byrjan upp á HM-endaspælið í Póllandi.

 

Í Katowice eydnaðist tað Føroyum at vinna 33-28 á Norðurmakedonia í tí fyrsta innleiðandi dystinum í bólki F.

 

Tað leikaði javnt á í fyrra hálvleiki, og í steðginum vóru okkara bert á odda við einum máli, 16-15. Í seinna hálvleiki eydnaðist tað at fáa eina lítla frástøðu til norðurmakedonar. Eitt gott avrik bæði í verju og álopi.

 

Óli Mittún var ikki til at steðga hjá norðurmakedonum. Hann skoraði heili 15 mál, umframt at leggja upp til fleiri mál. Hann var eisini - væl uppiborið - valdur til besta leikaran í dystinum. Óla Jákup Gaard Olsen gjørdi tað eisini gott við at skjóta seks mál. 

 

Føroyar skutu 33 mál upp á 47 málroyndir, meðan Norðurmakedonar skutu 28 mál upp á 51 málroyndir. 

 

Tó var stroymingin hjá altjóða hondbóltssambandinum, IHF frá dystinum eitt stórt vónbrot. Vónandi er tann parturin í ordan til dystin móti Íslandi í morgin. Tann dysturin byrjar klokkan 10.45.

 

Ísland er undir trýsti. Okkara frændur taptu fyrr í dag 25-29 (12-15) fyri Rumenia. 

 

Norðurmakedonia-Føroyar 28-33 (15-16)

 

Føroyar: Óli Mittún 15/18, Óla Jákup Gaard Olsen 6/7, Rókur Ziskason 4/4, Ísak Vedelsbøl 4/5, Høgni Heinason 2/4, Trúgvi Hávardsson 1/2, Høgni Højsted 1/5. 

 

Føroyar og Rumenia hava tvey stig hvør. Ísland og Norðurmakedonia hava einki stig. 

 

Óli Mittún legði hart út við at skjóta heili 15 mál í fyrsta dystinum (Savnsmynd).