Góðar 14 milliónir til betri kloakkviðurskifti

Tórshavnar býráð samtykti mikukvøldið fleiri mál, sum skulu bøta um kloakkviðurskiftini í kommununi, og sum eisini eru í tráð við spillvatnsætlanina hjá kommununi.

Størsta einstaka játtanin í hesum sambandi, sum varð samtykt mikukvøldið, er hosufóðring av kloakkum fyri 7 milliónir krónur.

 

Við hosufóðring verða nýggjar leiðingar lagdar inn í verandi leiðingar, og er hetta væl bíligari enn útskifting av leiðingum við grevstri. Hesin hátturin er eisini sera væl egnaður til leiðingar, sum fara gjøgnum privat lendi ella undir bygningar o.a., sum ikki kann takast burtur.

 

Seinastu fýra árini eru umleið 4,5 km av spillvatnsleiðingum í kommununi hosufóðraðar. Næstu økini, har ætlanin er at hosufóðra kloakkleiðingar, eru m.a. við Stoffalág/Fútalág og við Torfinsgøtu.

 

Sum fyrireiking til, at spillvatnsleiðingarnar verða hosufóðraðar, er neyðugt at leiðingarnar verða filmaðar og møguligir skaðar skrásettir. Í hesum sambandi verða leiðingarnar eisini spulaðar, og tað gevur eisini ábøtur á tær leiðingar, sum áður hava verið tiptar ella hava havt treingingar vegna skittsamlingar. Býráðið hevur nú játtað 700.000 krónur til skráseting og spuling av kloakkleiðingum í allari kommununi.

 

Verandi 19 havleiðingarnar í Tórshavn skulu eisini skrásetast, og til tað eru játtaðar 300.000 krónur. Spillvatnsrenslið í Tórshavn er lagt 1 m undir lægstu fjøru. Hetta er sambært áseting og orðing í spillvatnskunngerðini, men í summum førum er 1 m ikki nøktandi. Skrásetingarnar skulu staðfesta, hvørjar av leiðingunum skulu leingjast.

 

Havleiðingin við Landssjúkrahúsið verður nú raðfest við fyribils 500.000 krónum. Leiðingin er 700 metrar long, og nýggjar kanningar innan streymviðurskifti vísa, at við at leingja leiðingina við umleið 300 metrum kann tryggjast, at útrenslið ikki rennur beinleiðis út í streymar, sum renna inn í havnalagið.

 

Leiðingin lá óvirkin fyrstu tvey árini, eftir at hon varð løgd, og neyðugt er at kanna standin á leiðingini gjølla, áðrenn hon verður longd. Samskifti er við fyritøku um kanningararbeiðið.

 

Tvær milliónir krónur eru játtaðar til at kanna kloakkleiðingina við Sjósavnið. Hendan leiðingin er 60 metrar long, og her vísa nýggjar kanningar, at ein leiðing uppá umleið 900 metrar skal til fyri at tryggja, at frárenslið ikki rennur beinleiðis út í streymar, sum renna inn í havnalagið.

 

Broytingar mugu gerast í kloakkskipanini her, og hetta arbeiðið má gerast, áðrenn farið verður undir eitt nýtt Sjósavn.

 

Slakar tríggjar milliónir eru játtaðar til kloakkarbeiði í Pedda við Stein gøtu og á Heiðavegi.

 

Spillvatnsleiðingarnar í Pedda við Stein gøtu hava leingi trongt til ábøtur. Harumframt gera nýggju bústaðirnir í Sílagøtu og fram við Dalavegnum omanfyri Pedda við Stein gøtu, at leiðingarnar mugu gerast størri. Hetta arbeiðið byrjaði í sambandi við skúlabyggingina niðast í gøtuni, og nú verður arbeiðið gjørt liðugt. Samstundis verða ferðsluviðurskiftini í Pedda við Stein gøtu betur skipað.

 

Spillvatnsleiðingarnar í síðugøtunum til Heiðaveg – Heiðastubbi og Heiðaskákið – eru dagførdar, og nú eigur Heiðavegur tørn. Tá undirstøðukervið er liðugt dagført, fer hetta eisini at lyfta Heiðaveg upp í raðfestingini í sambandi við asfaltering.

 

Allar játtanirnar til at bøta um kloakkviðurskiftini vórðu einmælt samtyktar á býráðsfundi mikudagin.