Hesir eiga bestu seyðahundar í Føroyum

Hóast veðrið var vánaligt, eydnaðist kappingin væl, siga tey í seyðasambandinum

Í gjár var tað ikki bara føroyameistarin í fótbólti, sum varð funnin. Á Vatnaskørðum í Hoyvík var nevniliga  eisini ein onnur FM kapping í gjár og tað var kappingin um at finna Føroya besta seyðahund.

Tey í Seyðahundafelagnum, siga, at veðrið var einki serligt, men at kappingin hepnaðist væl. Tað vóru 22 hundar við í kappingini og tey kappaðust bara í bólki trý, sum er tann torførasti bólkurin. Úrslitið gjørdust, at nummar eitt var René við hundinum, Taff, nummar tvey var Pol við hundinum, Odd og nummar trý var Tummas við hundinum, Moss. 

Á myndin eru tey, frá vinstru, Erik Holmgaard, dómari, Pol Falkvard, René Hansen og Tummas Jacobsen.