nøkur atlit, nú støðan er, sum hon er. Eyðun Joensen vísir á, at óttin millum fólk fyri korona-virusinum øktist upp á onga tíð, og hetta sóu vit eisini í Føroyum. Tað var onkur, sum eitt nú hevði hug at [...] av korona-smittu. Sálarfrøðingurin vísir á, at tað nú antin er lagnan ella Várharra, sum hevur noytt okkum til hús at summa okkum. - Nú noyðast vit at steðga á - uttan, at nakar í løtuni veit, hvussu leingi [...] vísir á, at tað, sum er hent hesa seinastu tíðina, hevur minkað um ferðina í øllum heiminum, og soleiðis er eisini við øgiligu ferðini á samfelagshjólunum, sum vit hava upplivað her í Føroyum. - Vit kunnu
av hálunum fingu vit 400 tons, leggur hann aftrat. Skiparin sigur, at teir høvdu fínasta veður heilt frá tí, at Eivind kom umborð, til teir vóru á veg heim av Rock All-leiðini. - Nú vit nærkaðust Føroyum [...] áðrenn hann fer í grøvina. Bogi sigur, at teir vóru í Íslandi á lodnuveiði og skuldu ein túr aftrat á lodnuveiði í hesum umfari. - Alt bendi á, at Saksaberg, sum skuldi koma úr Føroyum og yvir til Íslands [...] yggjunum um somu tíð, sum vit vóru inni. Tí hildu vit vera best, um Eivind kom yvir við Saksabergi. Hann hevði annars tosað um at koma yvir við flogfari. Eivind fór umborð á Saksaberg í Havn, og teir fingu
sum hjá fólki, ið nú eru uppi á døgum. Tær bóru miðøldina á baki. Hugaheimurin var sprottin úr Brockmann, kingoløgum, sagnum, fyrndarsiðum, huldufólkum, gævudøgum og tungum løtum bæði á sjógvi og landi. [...] fólk, sum vóru í kirkjuni, komin upp á bitarnar og summi vóru farin heilt upp í tróðrið. Nú sóust lívsroyndirnar skyggja í ljósrípum á andlitsbrøgdunum á oyndfirðingum jólakvøld. Barnið í krubbuni brosaði [...] náttløgd. Tú ert eingin ársungi longur. Vit eru komnar har til, at vit fáa einki lagt afturat og eru sum kúgvahalið, vit vaksa niðureftir! Øll brosaðu, men Dunga Oluffa bleiv eitt sindur snerpin og forfjamskað
áðrenn tey framføra á Tinghúsvøllinum ólavsøkumorgun. Tí ræður um at leggja venjingarnar væl til rættis og velja sangir, sum kórið megnar at syngja, hóast fáar venjingar eru. Støðið á Ólavsøkukórinum er [...] til teir sangararnar, sum eru møttir upp, og hetta krevur at arbeitt verður í nú´inum. Venjingarnar hava gingið væl, sangararnir læra skjótt, og tær ymisku kórstemmurnar eru javnt umboðaðar. Hýrurin hevur [...] hevur verið góður, fólk eru glað og hugsavnaðið. Tað sæst, at tey eru komin, tí at tey ynskja at vera har og elska at syngja, sigur Tóra. Hon leggur afturat, at siðvenjan at syngja er sterk í Føroyum, og
(DS á myndini) og Bankarennuna (BR á myndini). Ein veik grein fer tvørtur um Wyville Thomsonryggin (WTR á myndini). Seinasta greinin er tann, sum ber kaldan sjógv tvørtur um Íslandsryggin (ÍR á myndini) [...] tað bremsar botnrákinum, sum skuldi gingið øvugan veg. Tað vit vita, kemur heitur sjógvur tvørtur um Íslandsryggin ymsastaðni á rygginum, Helst eru tvær høvuðsgreinar, sum fara yvir um ryggin í hvør sínum [...] sjógvur, sum ferðast móti Arktis (reyðu pílarnir á myndini). Í dýpinum er tað kaldur sjógvur, sum niður móti botni smýgur sær gjøgnum tey djúpu skørðini í rygginum á veg úr Norðurhøvum út í Atlantshavið (bláu
støðuni. - Tá støður koma, sum vit ikki eru harrar yvir sjálvi, so gera vit tað vit kunnu. Í hesum førinum avgjørdi flogskiparin at lenda í Keypmannahavn, tí har fáa vit kanna flogfarið. Fólkini fingu [...] ikki nakað vit sjálvi vóru harrar yvir. Vit kundu sjálvandi funnið aðra loysn enn buss, sum til dømis at nýtt innanríkisflogfar, men tað hevði tikið enn longri tíð. So vit hava gjørt tað vit kundu í støðuni [...] Eli Olsen frá, í lesarabrævi á síðu 28 í dagsins blaðið. Hetta harmar Atlantsflog. - Vit hava fyrr nýtt bussar við nøktandi úrslitum, og eg eri harmur um at klagan ikki er komin til okkara. Tí tað er sjálvandi
? Nú hava vit bíða so leingi eftir eini avgerð. Men alt til fánýtis. So nú má okkurt henda. Eyðfinn Petersen í Landsfelag Handverkarnna hevur nú mist tolið. Og tann, sum hann hevur mist tolið við, er Signari [...] at fáa lærusáttmála hereftir-uttan so at tey fara uttanlands á tekniska skúla. Tað eru handverkararnir í Havn, í Vági og á Tvøroyri, sum eru limir í Landsfelag Handverkaranna. Og tað er sostatt í tí partinum [...] Handverkarafelag og at vit umboða tann størsta partin av føroysku handverkarunum og at vit tí avgjørt eru partur í málinum, sigur Eyðfinn Petersen. Boykotta skúlarnar Hann sigur, at málið er nú komið har til,
skipini. Síðan tá er eingin fiskur komin upp á land, og gólvini hava verið turr. Fólkini, sum hava havt sítt arbeiði á landingarmiðstøðini, eru ikki uppsøgd. Eins og fólk á fiskavirkjunum, hava hesi – enn [...] fiskaprísinum. Nú dagurin fyri innkomnum boðum upp á ognirnar hjá Faroe Seafood-samtakinum er so nær, er ikki væntandi, at nøkur landing verður aftur á Kongshavn, fyrr enn greiða er fingin á, hvussu verður [...] sum hava starvast á landingarmiðstøðini, hava verið við hús seinasta mánaðin, men tey eru ikki søgd úr starvi. Landingarmiðstøðin er millum ognirnar í Faroe Seafood-samtakinum, sum eru lýstar til sølu,
Leirvíkingin, sum aldrin hevur trivist so væl sum nú. Tað eru ikki mørk fyri hvat tú kanst og hvussu langt tú kanst røkka. Tað krevur at tú trýr upp á tíni evnir, og at tú fær ein møguleika at mennast [...] Fróði, Magni og Jóhannus at vita, at teir als ikki eru í hópinum til dystin. – Tað var pínligt. Hvat skuldu vit siga við viðhaldsfólk, sum spurdu hví vit ikki vóru við, sigur Hans Fróði og smílist. Rumenski [...] Makarnir sleppa við, men tað eru ikki allar, sum eru í góðum lag. Menninir venja tríggjar ferðir um dagin. Um kvøldini liggja teir púra ferdigir í songini. – Eg haldi vit vóru úti eina ferð allan túrin
hava skaðiligar fylgjur. Eisini er rættarstøðan á arbeiðsmarknaðinum ótrygg, tí eingin lógar- ella avtaluásettur arbeiðsrættur er virkin. Eisini síggja vit ávísa kapping millum fakfeløgini. Ein kapping, [...] fyri alt samfelagið. Til dømis gjørdu partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum ein ógvuliga sámuligan sáttmála fyrr í ár við eini sokallaðari null loysn. Nú kemur almenni arbeiðsmarknaðurin , og hesir vilja [...] tí fekst ein loysn nú í oktober, sum helst skapar ónøgd hjá arbeiðarafeløgunum. Tað hevur so aftur við sær trupulleikar næstu ferð samráðingar skulu vera. Og um ongar kontaktir eru millum partarnar í