Arbeiðssteðgur og eftirlønir v.m.

Jógvan Sundstein

At sita í frástøðu og eygleiða gongdina í føroyska samfelagnum seinastu tíðina gevur einum rættiliga nógv at hugsa um. Frástøðan ger, at ein fær meiri tíð og frið at hugsa, samstundis sum ein helst er nøgdur við, at avgerðarrætturin og avgerðarskyldan liggur á øðrum enn einum sjálvum.

Men sum fyrrverandi politikkari og fyrrverandi semingsmaður kann eg kortini ikki lata vera við at koma við nøkrum viðmerkingum, sum bæði hava samband við arbeiðsmarknaðarviðurskiftini í Føroyum og eisini við tað, sum seinast hevur verið frammi um skattalættar og samhaldsføstu eftirlønarskipanina.

Arbeiðsmarknaðurin
Tað er eygsýnt, at vantandi høvuðsavtalur, vantandi arbeiðsrættur og tann alt ov spjadda fakfelagsrørslan er til stóran bága fyri arbeiðsfriðin í Føroyum. Tað er púra greitt, at slík viðurskifti, sum lemja samfelagsvirksemið við verkføllum bæði tíðliga og seint, eru ótolandi. Tey hoyra ikki heima í einum nútíðar samfelag og gera, at Føroyar sum frálíður verða minni og minni áhugaverdar fyri vanligan vinnuligan aktivitet. Hetta er galdandi bæði fyri landsins egnu íbúgvar og fyri útlendsk vinnulig áhugamál. Tað at stuttir arbeiðssáttmálar verða gjørdir, og at ongar samráðingar og justeringar verða gjørdar millum avtaluterminirnar er negativt. Tað at nógv fakfelag hava sínar sjálvstøðugu sáttmálar, og ofta við ymiskum terminum, er eisini sera ørkymlandi, tí tað hevur við sær vanda fyri fleiri ymiskum "smáverkføllum", sum kunnu hava skaðiligar fylgjur. Eisini er rættarstøðan á arbeiðsmarknaðinum ótrygg, tí eingin lógar- ella avtaluásettur arbeiðsrættur er virkin.

Eisini síggja vit ávísa kapping millum fakfeløgini. Ein kapping, sum bæði er til skaða fyri løntakarnar sjálvar og fyri alt samfelagið. Til dømis gjørdu partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum ein ógvuliga sámuligan sáttmála fyrr í ár við eini sokallaðari null loysn. Nú kemur almenni arbeiðsmarknaðurin , og hesir vilja ikki góðtaka null loysnina, og so hava vit verkfallið. Eg ivist ikki í, at ein partur av orsøkini til, at ein ódramatisk loysn varð funnin í vár, var, at vónir vóru um skattalætta, og at umframt avtalaðar eftirlønarbatar eisini vónir vóru um, at samhaldsfasti grunnurin fór at hækka. Men hetta var ikki nóg mikið fyri Starvsmannafelagið, og tí fekst ein loysn nú í oktober, sum helst skapar ónøgd hjá arbeiðarafeløgunum. Tað hevur so aftur við sær trupulleikar næstu ferð samráðingar skulu vera. Og um ongar kontaktir eru millum partarnar í millumtíðarbilunum, so hava vit aftur eina spenta støðu tá næstu samráðingar vera.

So skulu aftur semingsfólk inn í myndina, og tá kasta samráðingarpartarnir ofta ábyrgdina frá sær og leggja hana á semingsmenninar. Síðani verður bæði av pørtunum og fjølmiðlunum bíða eftir og rópt eftir semingsuppskotum. Í parantes skal eg viðmerkja, at mangan havi undrast yvir at hoyra í tíðindafluttninginum, at sagt verður: "enn er einki semingsuppskot lagt fyri partarnar" ella "semingsmennininir siga, at semingsuppskot kemur ikki enn" ella okkurt líknandi. Tá samráðingar eru, og semingsfólk eru við, skal helst einki semingsuppskot koma. Samráðingarnar skulu mýkjast so nógv og leingi, at partarnir til síðst semjast uttan nakað formelt semingsuppskot.

Skattalætti og samhaldsfasti
Eg hvakk við, tá eg sá á netinum í gjár, at fólkapensionistar í Føroyum missa 1.000 kr. um mánaðin. Tá ið eg hevði lisið greinina fataði eg, at so galið var tað kortini ikki. Tað snúði seg um, at vandi var fyri, at komandi hækking av gjaldinum frá samhaldsfasta ikki fór at vera framd. Men hetta er í sjálvum sær eisini nóg galið.

Tað skilst, at landsstýrið og samgongan tvinnar saman lyftini um skattalætta og hækking av gjaldinum til og frá samhaldsfasta. Tað er rætt at lækka persónsskattin, men sjálvandi skal tað gerast við skili, soleiðis at tað fremur arbeiðshug og harvið búskaparligan vøkstur. Tí eigur hetta at verða gjørt, men tað er samstundis ein politisk meting nær og í hvussu stóran mun.

Hinvegin er lyfti um hækking av inntøkuni hjá teim eldru við einum gjaldi frá samhaldsfasta eftirlønargrunninum eitt lyfti, sum eigur at vera hildið. Tað hevur við sær, at inngjaldið til grunnin eisini hækkar. Men inngjaldið er býtt út á nógv fleiri herðar, og merkist tí ikki so ógvisligt.

Eg skal viðganga, at tá samhaldsfasti frá fyrstu tíð kom, var eg ímóti skipanini. Men sum tíðin er liðin, og eg havi sæð skipanir aðrastaðni, eri eg komin á aðrar tankar. Eisini trúgvi eg, at tað vandamál, sum nógv verður talað um, til dømis her í Danmark, um vælferðarsamfelagið í framtíðini klárar lutfallið millum færri vinnufør og fleiri eftirlønt, betur verður loyst við føroysku skipanini.

Føroyska skipanin við eini lutfallsligari lágari fólkapensións grundupphædd, sum er skattafrí, og síðani einum hækkandi samhaldsføstum gjaldi, vil sum frálíður virka betur enn til dømis tann danska.

Í Danmark hevur tú eina nakað hægri fólkapensión, men hon er øll skattskyldug. Síðani fært tú bert ATP, um tú hevur goldið inn til skipanina, og eftir hvat eg skilji er upphæddin ikki serliga stór. Fólkapensionistar í Føroyum hava tað tí minst líka so gott sum í Danmark.

Í báðum londum kunnu fólk, og tað gera tey væl meira í framtíðini, sjálvandi eisini hava sínar egnu eftirlønarskipanir.

Grundvøllurin undir eini tryggari skipan fyri fólk, tá tey eldast, er sostatt eftir mínari uppfatan, at fólkapensiónsupphæddin verður varveitt við líðandi hækking, og at skattfrælsið fyri grundupphæddina verður varveitt. Harafturat kemur so gjaldið frá samhaldsfasta, sum um nøkur fá ár kann koma uppá nakrar túsund krónur um mánaðan.

Tann lovaða økingin av samhaldsfasta eigur tí fremjast, sjálvt um skattalættin ikki fulltút kann fremjast.