Gólvini turr ein heilan mánað

Flestu teirra, sum hava starvast á landingarmiðstøðini Kongshavn, hava verið við hús seinasta mánaðin, men tey eru ikki søgd úr starvi. Nú verður ikki roknað við nakrari landing aftur, fyrr enn greiða er fingin á, hvussu verður við landingarmiðstøðini

Landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará, sum er eitt dóttirfelag eftir trotabúgvið hjá Faroe Seafood-samtakinum, hevur onga landing havt í ein góðan mánaða.
Í gjár var júst ein mánaður síðan, at landingarmiðstøðin landaði seinastu skipini. Síðan tá er eingin fiskur komin upp á land, og gólvini hava verið turr. Fólkini, sum hava havt sítt arbeiði á landingarmiðstøðini, eru ikki uppsøgd. Eins og fólk á fiskavirkjunum, hava hesi – enn - síni rættindi í fiskavirkisskipanini hjá Arbeiðsloysisskipanini.
Eftir at teir seks partrolararnir hjá Faroe Fish II, sum eisini er eitt dóttirfelag hjá Faroe Seafood-samtakinum, vórðu lagdir tíðliga í desember, hevur lítið virksemi verið á landingarmiðstøðini Kongshavn.
Teir seks partrolararnir, sum vórðu lagdir, samstundis sum samtakið endaði Skiftirættinum, vóru Bakur, Stelkur, Rókur, Lerkur, Heykur og Falkur.
Onnur skip, sum Faroe Seafood átti part í, hildu fram at sigla, og millum hesar vóru partrolararnir, Jaspis og Ametyst og djúpvatnstrolarin, Edna.
Men tað eru ikki bara skipini, sum Faroe Seafood samtakið átti ella átti part í, sum løgdu sína veiði upp í Saltangará.
Aðrir trúgvir gestir á Kongshavn gjøgnum fleiri ár hava verið Polarhav og Stjørnan, og í gulllaksatíðini hevur Eysturbúgvin lagt nógvar lastir upp í Saltangará.

Húsagangur og verkbann
Tað eru tvinnar orsøkir til, at so lítið virksemi hevur verið á Kongshavn higartil í ár. Eitt er húsagangurin, og annað er verkbannið, sum Føroya Reiðarafelag lýsti fyri meiri enn trimum vikum síðan, eftir at partarnir í sáttmálaósemjuni millum reiðarar og manningarfeløg ikki kundu semjast.
Flestu teirra, sum hava starvast á landingarmiðstøðini, hava verið við hús seinasta mánaðin, men tey eru ikki søgd úr starvi.
Landingarmiðstøðin er millum ognirnar í Faroe Seafood-samtakinum, sum eru lýstar til sølu, og hin 11. februar skulu møgulig tilboð verða inni.
Leggjast kann aftrat, at raksturin av landingarmiðstøðini Kongshavn hevur hingið saman við einum lítlum avlopi í fleiri ár.
Í rakstrinum av eini landingarmiðstøð er umráðandi, at avlopið ikki er størri enn neyðugt, tí annars verður tænastan ikki kappingarfør – og eitt stórt avlop hevði merkt, at meirkostnaðurin hevði verið tikin burtur av fiskaprísinum.
Nú dagurin fyri innkomnum boðum upp á ognirnar hjá Faroe Seafood-samtakinum er so nær, er ikki væntandi, at nøkur landing verður aftur á Kongshavn, fyrr enn greiða er fingin á, hvussu verður við landingarmiðstøðini.