Lækking av ríkis­veit­ingini kostar vælferð

– Alt ber til, men tað kostar, og hetta kostar vælferð

Tað skrivar Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, á Facebook í sambandi við umrøðuna av fyrispurningini hjá Erlingi Eidesgaard um ríkisveitingina

 

Lesið eisini: 25,5 milliardir í ríkisveiting síðani 1988

 

– Nú var ríkisveitingin aftur lýst sum ein viðfáningur í KVF. Nú var tað politiskt svar millum loysingarveingirnar Erling Eidesgaard, spyrjari, og Ruth Vang, svarari. Seinast var tað landsbankastjórin, sum segði at vit væl kundu verða eina milliard fyriuttan.

 

– Alt ber til, men tað kostar, og hetta kostar vælferð, skrivar Bárður á Steig Nielsen·

 

Hann skrivar víðari, at vælferðin skal fíggjast, so um vit siga farvæl við hesa góðu milliardina, skal peningur koma aðrastaðni frá.

 

– Um ein nýggj milliard skal koma í landskassan at fíggja vælferðina, skal meirvirðisgjaldið hækkast við 50% frá 25% til 37,5%, so eitt rugbreyð fer at kosta 41 krónur, í mun til 37 krónur í dag. Ella má lønarskatturin hækkast við 50%, sigur hann.

 

– Vit hava longu eitt høgt skattatrýst. Fólk øtast, tá lønarseðilin kemur, og minna helvtin stendur eftir á kontuni. Eisini hava vit eitt høgt kostnaðarstøði á gerandisvørum, har 25% verður lagt omaná sum MVG til almennu kassarnar. Harumframt rindar føroyska vinnan ein høgan skatt í mun til teirra kappingarneytar í útheiminum, sigur hann.

 

– Alt ber til, men tað kostar, og hetta kostar vælferð. Sambandsflokkurin vil tryggja vælferðina, ikki skerja hana, sigur Bárður á Steig Nielsen.