Nógv ferðafólk skulu til Danmarkar eftir nýggjár, og nøkur av hesum fingu at føla, hvat hendir, tá alt ikki gongur sum tað skal.
- Tá hálvur tími var eftir fingu vit at vita, at okkurt var galið við flogfarinum, soleiðis, at vit máttu lenda í Keypmannahavn, tí okkurt var galið við onkrum tólið, greiðir Eli Olsen, ferðafólk, frá. Hann greiðir somuleiðis frá, at túrurin bara bleiv verri eftir tað.
Pætur Rasmussen, charterleiðari hjá Atlantsflogið váttar, at flogfarið, ið skuldi lenda í Billund, fyri síðani at fara til Keypmannahavnar hevði ein lítlan trupulleika, ið hevði við sær, at flogskiparin valdi at lenda í Keypmannahavn heldur enn at lenda í Billund fyrst.
- Tað var ongantíð vandi á ferð hjá fólkunum. Hjólið, sum tað var galið við var inni, men tað var okkurt galið við lásimekanismuni á tí. Men fólkini fingu at vita, at tey skuldu lenda í Keypmannahavn umleið ein tíma eftir fráferð. Tá innflúgvingin til Keypmannahavnar byrjaði fingu tey boð um, at bussur var funnin til teirra, ið skuldu til Billund, greiðir Pætur Rasmussen frá.
Eisini heldur Eli Olsen, at ætlanin ongantíð var at fara til Billund, tí flogfarið fleyg eina leið, ið hann ikki heldur vera rætt, um mann flýgur til Billund.
Hesum tekur Pætur Rasmussen partvís undir við, tí tað var rímiliga skjótt, at flogskiparin avgjørdi at flúgva til Keypmannahavnar, heldur enn til Billund. Men hann greiðir eisini frá, at leiðin til Billund og Keypmannahavnar er tann sama fyrstu trý korterini á túrinum.
Gamal ruskdungi
Sambært Eli Olsen, ið ferðaðist saman við mammubeiggja sínum, gekk sera long tíð, til ferðafólkini fingu viðføri. Tá tey høvdu fingið tað, vóru tey leidd í ein buss.
- Tá bussurin kom, var tað ein gamal avlagdur ruskdungi, sum lak illa, harafturat luktaði illa í bussinum, og WC riggaði ikki. Tað lak so illani, at bussførarin var noyddur at koyra varman for frá um allan bussin, tí annars kundi hann ikki síggja út úr bussinum, greiðir Eli Olsen frá, í lesarabrævi á síðu 28 í dagsins blaðið.
Hetta harmar Atlantsflog.
- Vit hava fyrr nýtt bussar við nøktandi úrslitum, og eg eri harmur um at klagan ikki er komin til okkara. Tí tað er sjálvandi ikki nóg gott, at bussurin ikki var í tílíkum standi, og tað er nakað vit taka upp við bussfelagið. Vit hava onkuntíð nýtt bussar, og tá hava tað altíð verið góðir bussar, sigur Pætur Rasmussen.
Mundi svíma
Í lesarabrævinum í dag, greiðir Eli Olsen somuleiðis frá, at mammubeiggi hansara mundi svíma fleiri ferðir, og at børnini í bussinum ikki høvdu tað gott. Í sama viðfangi greiðir hann frá, at hann og mammubeiggin fóru úr bussinum á hálvari leið, og tað vóru teir fegnir um.
- Eg havi aldrin følt meg verri behandlaðan og ongantíð hoyrt um verri service, sigur Eli Olsen í lesarabrævinum.
Hinvegin metir Pætur Rasmussen, at teir gjørdu tað teir kundu í støðuni.
- Tá støður koma, sum vit ikki eru harrar yvir sjálvi, so gera vit tað vit kunnu. Í hesum førinum avgjørdi flogskiparin at lenda í Keypmannahavn, tí har fáa vit kanna flogfarið. Fólkini fingu eisini ein buss, umframt matpakka í bussinum, sigur Pætur Rasmussen.
Onki endurgjald
Eli Olsen kundi hugsað sær fult endurgjald fyri túrin, tí hann er als ikki nøgdur við viðferðina, har flogferðin gjørdist ein bussferð við einum rustdunga. Men endurgjaldi skal hann ikki rokna við.
- Fólkini komu fram, so tað er bara sum ein vanlig seinking. Hetta er ikki nakað vit sjálvi vóru harrar yvir. Vit kundu sjálvandi funnið aðra loysn enn buss, sum til dømis at nýtt innanríkisflogfar, men tað hevði tikið enn longri tíð. So vit hava gjørt tað vit kundu í støðuni, sigur Pætur Rasmussen.
Ikki nóg gott
Pætur Rasmussen viðgongur, at tænastan hjá Atlantsflogi ikki var nøktandi leygardagin.
- Tá flogfarið ikki lendur har tað skal, so er tað ikki nóg gott. Eg eri eisini harmur um støðuna, og vit fara at taka málið upp við bussfelagið sum skjótast. Í framtíðini fara vit sjálvandi at royna at sleppa undan tílíkum, sigur Pætur Rasmussen. Hann leggur afturat, at starvsfólk hjá Atlantsflogi kanska skuldu kannað bussarnar, áðrenn fólkini komu í bussin.
Eli Olsen sigur í lesarabrævinum eisini, at hann ongantíð skal flúgva við Atlantsflogi, tí tænastan var so ring, og at hann ikki heldur, at umstøðurnar, ið vóru, ikki eru nakað, mann kann bjóða eldri invalidum fólkum. Eisini sigur hann, at hann er himmalsfegin um, at hann og mammubeiggin fingu møguleika at sleppa úr bussinum á hálvari leið, tí tað bara fór at gerast verri fyri hini ferðafólkini restina av ferðini.









