Tóra Vestergaard stjórnar Ólavsøkukórinum í ár. Uppmøtingin er so góð at neyðugt hevur verið at prenta fleiri sangheftir til venjingarnar - 270 fólk eru við í kórinum í ár, og tað er met.
Summi hava drúgvar royndir við kórsangi, meðan onnur eru heldur óroynd. - Hetta er tó ongin forðing, tí tann fornemmasta uppgávan hjá kórleiðaranum er at veita íblástur til at musicera og lyfta í felag, og eydnast hetta er einki mark fyri, hvussu stórbær og rørandi løtan verður, sigur Tóra Vestergaard.
Ólavsøkukórið hevur bara fimm venjingar, áðrenn tey framføra á Tinghúsvøllinum ólavsøkumorgun. Tí ræður um at leggja venjingarnar væl til rættis og velja sangir, sum kórið megnar at syngja, hóast fáar venjingar eru.
Støðið á Ólavsøkukórinum er ókent, og áðrenn venjingarnar byrja, veit Tóra ikki, hvørjir sangarar koma, og tí noyðist hon at tillaga venjingina til teir sangararnar, sum eru møttir upp, og hetta krevur at arbeitt verður í nú´inum. Venjingarnar hava gingið væl, sangararnir læra skjótt, og tær ymisku kórstemmurnar eru javnt umboðaðar. Hýrurin hevur verið góður, fólk eru glað og hugsavnaðið. Tað sæst, at tey eru komin, tí at tey ynskja at vera har og elska at syngja, sigur Tóra.
Hon leggur afturat, at siðvenjan at syngja er sterk í Føroyum, og hetta hoyrist altíð, tá føroyingar koma saman í veitslulag. Í nógv ár hevur ein skari av sterkum sangarum verið virkin í kórsangið, men tó, so tykist tað at verða torført at fáa ung at leggjast afturat. Í ár hava tó fleiri av teim garvaðu sangarunum eggja børnum sínum at koma við í Ólavsøkukórið og tað er sera gleðiligt at síggja nýggj ung andlit í hópinum.
Tað serstaka við at syngja í kóri er sterka samanhaldið. Fólk, sum annars ikki høvdu komið hvørjum øðrum við, gerast vinir, og tað er stuttligt at síggja sum kórleiðari, sigur hon.
Tóra stjórnar nú Ólavsøkukórinum fyri aðruferð. Fyrru ferð var í 2017, tá var fyrstuferð at ein kvinna stjórnaði kórinum, og tað vakti stóran ans. Áðrenn hugsaði Tóra ikki stórvegis um, at hon var fyrsta kvinna, men hon gjørdist greið yvir, at tað var ein slóðbrótandi hending, tá hon leiddi stóra Ólavsøkukórið.
Í 2017 hevði hon júst lokið seinna kandidatin í klassiskari kórleiðslu, og í dag, seks ár seinni, kenna tey flestu, ið hava áhuga fyri sangi og kórsangi í Føroyum, Tóru.
Tóra búleikast í Keypmannahavn, har hon umframt at syngja og undirvísa í tónleiki, er kórleiðari hjá Húsakórinum og íslendska kamarkórinum, Staka. Hon hevur tó ofta verið her í Føroyum í arbeiðsørindum m.a. í sambandi við, at hon er kórleiðari hjá Føroya symfoniorkesturkóri.
Henni dámar væl, at Føroyar eru eitt land har tónleikur og sangur er so stórur partur av mentanini. Føroyingar fara uttan iva at síggja meira til Tóru, tí hon hevur nú eftir 16 ár í Keypmannahavn tikið avgerð um at flyta heim aftur til klettarnar.
Tóra gleðir seg til hátíðarliga dagin á ólavsøku, sum hon sigur, so verður tað hæddarpunktið av árinum.
##med2##