so mangur føroyingur baldist hann á sjónum í mong ár. Var í Norðsjónum, undir Íslandi og í Grønlandi. Tá hann fekk sær konu og børnini fóru at koma, legðist hann upp á land og fór undir at smíða. Fekk sær [...] hansara hond. Í áttatiárunum fór heilsan at bila. Hann fall tó ikki í fátt, men fór undir innrammingarvirki. Í Rammukjallaranum í Jónas Broncksgøtu, har bæði lærur og leikur komu á gátt, var mong hugnalig løtan [...] vilja minnast. Í dag býr Petur í Struer við hin vakra Limfjørðin. Ikki er óvanligt at síggja Petur á ferð í náttúruni við skitsublokkinum undir armi. Við ynski um framhaldandi mong góð ár. Kæri vinur,
í fáar dagar kunnu haldast á lívi við sukri, salti og vatni. Eisini kunnu sár grøða skjótari, um sukur verður lagt á, sigur hon. Olga sigur, at eingin ivi er um, at heilsan í stóran mun liggur í okkara [...] - Eg blandi meg als ikki í kjakið um avgjaldið á sodavatn og góðgæti, men vil bert greiða frá høvuðsinnihaldinum í hesum vælumtóktu søtmetum, nevniliga sukrinum, sigur heilsukostráðgevin, Olga Hentze. [...] blóðtøppar, og blóðsirkulatiónin í beinunum gerst verri. Umframt alt hetta og tann skaða sukur ger á tennirnar, eru sukurátarar eisini útsettir fyri at fáa B-vitaminmangul. Hjá eldri fólki leiðir B-vi
skips. Við skipi undir Íslandi á ungum árum, var Johan fyri tí vanlagnu, at hann misti høgra arm. Ísland og íslendska fólkið kom eftir ta hendingina, at liggja honum tungt á hjarta. Við einum armi var tað [...] tænasta fyri Jesus, stóð greitt fyri honum. Eftir at hava verið á bíbliuskúla, byrjaði Johan sum sjómanstrúboðari hjá Føroysku Sjómansmissiónini á heysti í 1960. Leiðin gekk fyrst til sjómansheimið í Grimsby [...] vinarliga heilsan og eitt Guds orð. Nevnast skal eisini, at tá ið føroysk skip í hópatali fóru til Bretlands at keypa sild síðst í 60-árunum og fyrst í 70-árunum, var Johan um heystarnar í Stornoway á Hebridunum
kendi eg á mær, at eg á ein ella annan hátt skuldi arbeiða í trúboðaravirksemi, og síðani tá hevur hetta verið lívsverk okkara, eru afturlítandi orðini hjá 58 ára gamla klaksvíkinginum Óla á Grømma, tá [...] hansara Judy eru í hesum døgum á føroyaferð frá strongda gerandisdegnum á høvuðsstøðini hjá New Tribes Mission (NTM) í Florida, har 130 fólk arbeiða. Felagsskapurin við Óla á Grømma við róðrið varð stovnaður [...] tí hóast boðanin av kristindóminum er høvuðsdrívmegin, leggja vit alstóran dent á praktiska hjálp, vísir Óli á Grømma á. Við hesum sipar hann til læknahjálp, landbúnaðarhjálp umframt at tryggja ættarbólkunum
vilja at finna inn til tað, sum er føroysk roynd og kensla og at bera tað fram í myndum loystum úr tíð. Á hansara 90 ára degi takka vit Janusi fyri hansara stóra og áhaldandi arbeiði føroyskari list at frama
u. Seinni helt hann til í teimum gomlu húsunum í Dali (á Kák), og eitt skifti á Mýruni (í Kielarkanalini), til hann í 1970 flutti inn í húsini á Dalatrønni, har hann síðani hevur búð og virkað. Janus hoyrir [...] Tey hjá Kamban fluttu ofta og búðu í hansara barndómi m.a. Úti í Grønlandi, í Arnes Minde á Kirkjuvegi, úti á Sjómannsskúlanum og í ættarhúsunum heima í Dali. Janus gjørdist meinkunnugur við Havnina, staðin [...] 1930. Gudmund, ið var ættaður úr Uttarstovu á Sandi og kendur við tey hjá Kamban, eggjaði Janusi til at fara tann listarliga vegin. Úrslitið var, at Janus, á sínum seytjan ára føðingardegi, sigldi til
varð fluttur á sjúkrahúsið, har hann vaknaði aftur hálvantriðja tíma seinni við ræðuligari pínu. Hann hevði fingið álvarsligan skaða, og somu nátt varð hann fluttur á Landssjúkrahúsið. Á landssjúkrahúsinum [...] bilin farið útav og lupu niðan at vita, hvussu til stóð. Anna og vinmaðurin fóru niðan á vegin, har tey fingu fatur á fólki. Tað eydnaðist monnunum at lyfta bilin so mikið, at tey fingu Leiv leysan. Hann [...] útskrivaður 10. januar og fekk at vita, at hann kundi fara til skips aftur út á várið. Hann gleddi seg eisini at sleppa aftur á sjógvin, tí sjólívið var hansara lív. Sum so nógvir aðrir var hann farin til
virksemið ikki kollsigldi. Hann var ikki sum so maðurin, ið sat á kassanum. Men hann var tann, sum til eina og hvørja tíð kundi siga hinum á stovninum, hvat var til taks av peningi og hvat var ráðiligt at [...] fara undir um- og nýskipanir av stovnsins framleiðslu og bygnaði. Men tann nógv viknaða heilsan gjørdi, at hann á heysti í fjør valdi at siga leiðsluábyrgdina frá sær og heldur fór at arbeiða við minni [...] í Føroyum. Hann byrjaði sum skrivstovumaður í útvarpinum 1. apríl 1963 og gjørdist seinni leiðari á fíggjar- og fyrisitingardeildini har. Hann var í útvarpinum í 21 ár, til hann í 1984 fekk starv í nýstovnaða
sær eina heilsan frá fútanum, sigur vakthavandi. Tey, ið varða av bilinum, hava fingið áheitan um at fáa bilin fluttan. Leygardagin beint fyri nátturðatíð hendi eitt ferðsluóhapp úti á Homrum á Argjum. [...] tikin uppi á Marknagilsvegnum, har hann koyrdi 99 í bygdum øki. So hann kann verða vísur í at missa koyrikortið. Harafturat var bilførarin heldur ikki edrúur ? og so langt ífrá. Vakthavandi á løgreglustøðini [...] Ein níggju ára gomul genta á súkklu endaði undir einum bili. Tíbetur hendi onki álvarsamt við henni. Hon fekk nakrar smávegis snuddir, men hevur tað gott.
UMMÆLI Kim Simonsen Á Listastevnuni hevur verið høvi at hoyrt yrkjarnar Carl Johan Jensen, Jóannes Nielsen og Tórodd Poulsen lesa egnar yrkingar. Carl Johan legði fyri í Müllersa Pakkhusi. Hann dugir væl [...] væl at lesa. Tað duga allir á hvør sín hátt, tí er tað altíð best at hoyra yrkjarnar lesa yrkingirnar sum teir vilja hava at vit skulu hoyra tær. Tóroddur er hin stuttligasti. Jóanes hugtakandi kensluborin [...] føroyska veruleika til vakrar yrkingar. Jóanes hevur tak um modernistiskan yrkingasið. Hann minnir av og á um Ivan Malinovski (bæði sum yrkjari og sum intellektuellur). Eg haldi, at tað besta við Jóanesi, er