Janus Kamban er miðdepilin í føroyskari myndandi list eftir seinna seinna heimsbardaga. Hann skipaði fyri framsýningum, eggjaði øðrum til, var vegleiðarin og álitið hjá heilum ættarliði av listafólki í Føroyum, í nógv ár fyristøðumaður fyri Listaskálan. Har hann var uppií, kundi tú vera tryggur, har var alt í góðum hondum. Hann setti stór krøv og var tað kritiska eygað í øllum arbeiði. Við hann bar ikki til at káva útyvir og tingast um listaliga dygd. Hann segði altíð sína hugsan klárt og beinrakið, men samstundis høviskliga.
Í øllum verkum sínum hevur Janus leitað eftir skapi, sum er sterkt og einfalt í senn. Hansara myndevni fram um annað er tað vanliga fólkið og gerandislív tess, lítillátað og uttan nakran háva, kortini við duldari megi og stórari fynd. Hansara verk er úrslit av drúgvum og áhaldandi vilja at finna inn til tað, sum er føroysk roynd og kensla og at bera tað fram í myndum loystum úr tíð.
Á hansara 90 ára degi takka vit Janusi fyri hansara stóra og áhaldandi arbeiði føroyskari list at frama.