Koyrdu ávirkaðir

Tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt í Havn og ávirkaðir av rúsdrekka

Í tveimum førum vórðu bilførarar tikinir fyri at hava ov nógva ferð og verða ávirkaðir av rúsdrekka.
Tann eini bilførarin varð tikin uppi á Marknagilsvegnum, har hann koyrdi 99 í bygdum øki. So hann kann verða vísur í at missa koyrikortið. Harafturat var bilførarin heldur ikki edrúur ? og so langt ífrá.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at maðurin hevði 1,4 ? í blóðinum, tá hann blásti.
? So hesin kemur at missa koyrikortið, sigur vakthavandi.
Í hinum førinum var talan um ein stolnan bil í fyrstu atløgu.
Løgreglan fekk fráboðan um ein stolnan bil sunnunáttina, men tað gekk bert ein lítil løta, so var boðað frá, at bilurin var komin aftur íaftur.
Men ein lítlan tíma seinni var sami bilur í einum óhappi beint við Kaldbaksvegin. Bilurin var farin útav beint áðrenn vegin inn til Kaldbaks og lá í veitini har.
Bilførarin hevði 1,48 ? í blóðinum.
? Viðkomandi koyrir ávirkaður og við ongum koyrikorti, so hann kann vænta sær eina heilsan frá fútanum, sigur vakthavandi.
Tey, ið varða av bilinum, hava fingið áheitan um at fáa bilin fluttan.
Leygardagin beint fyri nátturðatíð hendi eitt ferðsluóhapp úti á Homrum á Argjum. Ein níggju ára gomul genta á súkklu endaði undir einum bili. Tíbetur hendi onki álvarsamt við henni. Hon fekk nakrar smávegis snuddir, men hevur tað gott.