Partrolararnir fáa rættiliga nógvan fisk í løtuni. Upsafiskiskapurin, sum menn hildu var vorðin slakari í síni heild, hevur nú rættiliga tikið seg uppaftur í vár. Í síðstu viku vóru fleiri stórar upsalandingar [...] og Lerkur landaðu í Saltangará í morgun. Skipini vóru reiðiliga full og høvdu umleið 400.000 pund tilsamans. Um middagsleitið í dag komu partrolararnir Heykur og Falkur inn at landa. Í seinastu viku gjørdu [...] nakrantíð hava gjørt. Teir landaðu yvir 600.000 pund, og í dag hava teir umleið 460.000 pund, sum teir leggja upp hjá Kongshavn. Í gjár landaði Eydna í Saltangará. Teir høvdu umleið 200.000 pund og Beinissvørð
Faroe Origin í Runavík hava tey úr at gera í hesum døgum, tí virkið fær nógvan upsa frá trolarunum, sum felagið eigur. Í dag landa Stelkur og Bakur 360.000 pund, Heykur og Falkur vóru inni fyrst í vikuni við [...] 000 pundum, og týsdagin landaðu Rókur og Lerkur 320.000 pund. Teir báðir seinastu koma inn aftur í morgin at landa. Á Faroe Origin siga tey, at tað er at kalla bara upsi, sum trolararnir fáa. Støddin [...] og upsin verður virkaður til feskt ella fryst. Umleið 100 fólk eru tengd at virkinum í Runavík, og tey arbeiða í einari vakt millum 8 og 10 tímar um dagin.
- Flestu pør eru til fiskiskap. Helst kemur bara eitt par inn at landa í morgin. Hini koma so hvørt, sum vikan gongur. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin hjá partrolarunum ikki er [...] var bara ein trolbátur til fiskiskap, og hann kemur inn at landa miðskeiðis í vikuni. - Væntandi fara hinir trolbátarnir út í vikuni, verður lagt aftrat. [...] upsa, svartkalva og kongafisk - og ein fiskar stinglaks. - Óvist er, um nakar djúpvatnstrolari landar í vikuni, sum stundar til, tí skipini eru nýliga byrjaði túr. Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi
Vesturtúgva og Grønanes inn, Vesturtúgva kom á Havnina, har teir landa í morgin, Grønanes kom á Vestmanna, har teir eisini landa í morgin. Vesturtúgva og Grønanes hava tilsamans 170-túsund pund, teir byrjaðu
og teir koma inn at landa fyrst í næstu viku. Trý garnaskip fiska svartkalva, og nú hava skipini frægari fiskiskap. Ein garnabátur landar í morgin, og hinir landa seinni í vikuni. [...] vita tey at siga, at bara ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap í løtuni. Hann fiskar stinglaks og annan djúpvatnsfisk og kemur inn at landa í næstu viku. - Tveir trolbátar fiska norðanfyri. Báðir fiska tosk
Kyndli í SportBoxini á Rás2 seinnapartin. Kyndil vann fyrru FM-finaluna 19-16 á VÍF farna mikukvøld, og við javnleiki og sigri í Vestmanna í morgin er Kyndil FM-vinnari. Dysturin byrjar klokkan 16 í morgin [...] fara at leggja nógv fyri at avgera tað í morgin. Agnas Olsen hevur vónir um, at VÍF á heimavølli kann rætta uppá fleiri ting frá fyrru FM-finaluni og vinna í morgin, sum gevur eina triðju FM-finalu sunnudagin
Í morgin klokkan 20 verður fyrsta bríkslið í EM 2020-endaspælinum, sum also verður spælt í 2021 orsaka av koronufarsóttini. Setanardysturin verður millum Turkaland og Italia. Tvey lond, sum eru í framgongd [...] framgongd í løtuni. Turkaland hevur ikki so drúgva søgu í EM-endaspølunum, men teir hava í HM-undankappingini í ár vunnið á bæði Hollandi og Norra. Turkaland byrjaði HM-undankappingina við at vinna 4-2 á Hollandi [...] . Stóra stjørnan er 35 ára gamli áleyparin, Burask Yilmaz. Hann er í ár blivin franskur meistari við Lille og hevur skorað fimm mál í teimum seinastu fýra landsdystunum. Turkaland hevur eisini spælarar
vøllinum, tapti 2-0 móti Celta Vigo í sponsku landskappingini. FC Barcelona er stórfavorittur at koma í finaluna, sum verður 1. juni í Madrid. Í hinari hálvfinaluni, sum verður í annaðkvøld, møtast Ajax og Tottenham [...] Í kvøld verður seinna hálvfinalan í Champions League millum Liverpool og FC Barcelona. Gestirnir úr FC Barcelona er stórfavorittar at koma víðari, eftir at teir vunnu fyrru hálvfinaluna heili 3-0. Hartil [...] skift frá Liverpool til FC Barcelona. Luis Suarez spældi frá 2011 til 2014 í Liverpool, meðan Philippe Coutinho skifti so seint sum í fjør til FC Barcelona, eftir at hava streykað á Anfield. ##med2## Tað hevur
Í kvøld klokkan 19 spæla Føroyar og Serbia í EM-undankappingini í kvinnuhondbólti. Føroyska liðið er nakað skert, men tað gevur tveimum ungum spælarum møguleikan at sleppa framat. Fyri Serbia er kendi [...] lækna og hevur próvtøkur um hetta mundið. -Hon lesur í løtuni til lækna og skal til próvtøkur. Hon er týdningarmikil, tí hon kann spæla í álopi og í verju, samstundis sum hon dekkar fleiri pláss á vøllinum [...] úr Kyndli og Mariu Halsdóttir Weyhe úr H71. Tær eru valdar til árins ungi spælari seinastu tvey árini. Kristianna H. Joensen, sum spælir í Danmark, hevur eisini spælt ein stóran leiklut á landsliðnum higartil
við útfallinum á Argjum í kvøld. Sorin Anghel, venjari hjá AB, hevur ein lítlan hóp í ár. Hesa ferð situr Mikkjal Hentze uttanfyri við leikbanni, eftir at hann fekk tvey gul kort í grannauppgerðini móti HB [...] men í steypakappingini hevur tú altíð ein møguleika. Tað er stuttligt at spæla í steypakappingini, og tað er ongin vanlukka um vit tapa, sigur Sorin Anghel. Argjamenn hava eina ferð fyrr verið í hálvfinaluni [...] Í kvøld klokkan 18 verður fyrsta fjórðingsfinalan í kappingini um Løgmanssteypið. Dysturin er millum AB og EB/Streym. Rás2 sigur frá dystinum. Hvørki argjamenn ella sundalagsmenn standa ella fella við