Upptakt: Liverpool – FC Barcelona

Champions League: Luis Suarez er aftur á Anfield, men lovar at hann ikki jublar

Í kvøld verður seinna hálvfinalan í Champions League millum Liverpool og FC Barcelona. Gestirnir úr FC Barcelona er stórfavorittar at koma víðari, eftir at teir vunnu fyrru hálvfinaluna heili 3-0. Hartil er Liverpool uttan tveir av stjørnuáleyparunum, Mohamed Salah og Roberto Firmino.

Tveir spælarar koma aftur á Anfield, eftir at hava skift frá Liverpool til FC Barcelona. Luis Suarez spældi frá 2011 til 2014 í Liverpool, meðan Philippe Coutinho skifti so seint sum í fjør til FC Barcelona, eftir at hava streykað á Anfield.

##med2## 

Tað hevur verið tosað eitt sindur um, at Luis Suarez jublaði so nógv, sum hann gjørdi, tá hann skoraði fyrsta málið í fyrru hálvfinaluni. Á tíðindafundinum undan dystinum greiddi hann frá, at málið hevði stóran týdning, men at hann á Anfield ikki hevði jublað á sama hátt.

- Eg vænti at fólk á Anfield fara at minnast tað, sum eg gjørdi fyri felagið. Eg vænti tað verða fleiri, sum fara at klappa heldur enn at ýla eftir mær. Um eg skori á Anfield, so fari eg ikki at jubla á sama hátt, sigur Luis Suarez millum annað á tíðindafundinum

Mohamed Salah, Roberto Firmino og Naby Keita sita allir uttanfyri. Mohamed Salah mátti skiftast út við heilaskjálvta í 3-2 sigrinum á Newcastle leygarkvøldið, Roberto Firmino hevur trupulleikar við baklærinum, meðan Naby Keita situr uttanfyri restina av kappingarárinum við trupulleikum í lærkrikanum. Hartil er Adam Lallana enn skaddur.

 ##med3##

FC Barcelona verður uttan skjóta áleyparan, Ousmane Dembélé. Hann hevur javnan trupulleikar við skaðum. Um vikuskiftið kláraði hann bara seks minuttir, tá FC Barcelona, uttan nakran av teimum fyrstu ellivu á vøllinum, tapti 2-0 móti Celta Vigo í sponsku landskappingini.

FC Barcelona er stórfavorittur at koma í finaluna, sum verður 1. juni í Madrid. Í hinari hálvfinaluni, sum verður í annaðkvøld, møtast Ajax og Tottenham. Har vann Ajax fyrru hálvfinaluna á nýggja leikvøllinum hjá Tottenham.

 

Champions League hálvfinala:

Liverpool (0) – (3) FC Barcelona (20.00)

Í morgin:

Ajax (1) – (0) Tottenham (20.00)