Upsafiskiskapurin er brúkiligur

Tað er langt ímillum, at sagt verður um upsafiskiskapin, at hann er brúkiligur, men soleiðis verður sagt í dag.

- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Nøkur fiska svartkalva og restin er á upsanum. Fiskiskapurin eftir upsa er brúkiligur, meðan hann er heldur lakari eftir svartkalva.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Lagt verður aftrat, at partrolarapørini, sum eru til fiskiskap, koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Trý partrolarapør eru framvegis á gulllaksaveiði, og tað plaga tey at vera til nakað út á heystið.

 

- Tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva og fáa eisini nakað av kongafiski. Vit vænta, at ein djúpvatnstrolarzi landar í næstu viku, men hinir báðir koma neyvan inn fyrr enn í aðru viku.

 

Ein frystitrolari er eisini byrjaður túr, og hesin fiskar svartkalva.

 

- Seks trolbátar eru til fiskiskap; fýra eru á landleiðini, og tveir eru á Íslandsrygginum. Teir á landleiðini koma væntandi inn at landa mánadagin. Teir hava eina blanding av toski, reyðsprøku, tungu og havtasku.

 

Lagt verður aftrat, at teir, sum fiska á Íslandsrygginum, helst koma inn at landa síðst í næstu viku. Teir hava mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu.