Á virkinum hjá Faroe Origin í Runavík hava tey úr at gera í hesum døgum, tí virkið fær nógvan upsa frá trolarunum, sum felagið eigur. Í dag landa Stelkur og Bakur 360.000 pund, Heykur og Falkur vóru inni fyrst í vikuni við 330.000 pundum, og týsdagin landaðu Rókur og Lerkur 320.000 pund. Teir báðir seinastu koma inn aftur í morgin at landa.
Á Faroe Origin siga tey, at tað er at kalla bara upsi, sum trolararnir fáa. Støddin er góð, og upsin verður virkaður til feskt ella fryst.
Umleið 100 fólk eru tengd at virkinum í Runavík, og tey arbeiða í einari vakt millum 8 og 10 tímar um dagin.










