Partrolararnir fáa rættiliga nógvan fisk í løtuni. Upsafiskiskapurin, sum menn hildu var vorðin slakari í síni heild, hevur nú rættiliga tikið seg uppaftur í vár. Í síðstu viku vóru fleiri stórar upsalandingar, og líkt er til, at hendan vikan eisini fer at roynast.
Partrolararnir Rókur og Lerkur landaðu í Saltangará í morgun. Skipini vóru reiðiliga full og høvdu umleið 400.000 pund tilsamans.
Um middagsleitið í dag komu partrolararnir Heykur og Falkur inn at landa. Í seinastu viku gjørdu teir ein hin besta túrin, sum partrolarar nakrantíð hava gjørt. Teir landaðu yvir 600.000 pund, og í dag hava teir umleið 460.000 pund, sum teir leggja upp hjá Kongshavn.
Í gjár landaði Eydna í Saltangará. Teir høvdu umleið 200.000 pund og Beinissvørð, sum Eydna partrolar saman við, landaði umleið somu nøgd í Vági. Garnaskipið Oknin landaði eisini 36.000 pund av svartkalva í Saltangará í gjár.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn vita tey at siga, at leirvíkstrolararnar Polarhav og Stjørnan eru um at vera fullir og koma væntandi inn at landa í morgin.