- Flestu pør eru til fiskiskap. Helst kemur bara eitt par inn at landa í morgin. Hini koma so hvørt, sum vikan gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin hjá partrolarunum ikki er av tí besta. Umframt upsan, fáa skipini nakað av longu, kongafiski og toski sum hjáveiði.
- Onkrir partrolarar fiska makrel, og onkrir liggja við bryggju.
Um djúpvatnstrolararnar veit fiskamarknaðurin at siga, at seks skip fiska upsa, svartkalva og kongafisk - og ein fiskar stinglaks.
- Óvist er, um nakar djúpvatnstrolari landar í vikuni, sum stundar til, tí skipini eru nýliga byrjaði túr.
Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar um vikuna, sum kemur, var bara ein trolbátur til fiskiskap, og hann kemur inn at landa miðskeiðis í vikuni.
- Væntandi fara hinir trolbátarnir út í vikuni, verður lagt aftrat.