er frá kl. 10.00 til kl. 16.00. Atgongdin er ókeypis, og tað er heldur ikki neyðugt at tekna seg. Frá kl. 10.00 til kl. 12.00 og aftur frá kl. 13.00 til kl. 15.00 kunnu børnini fáa undirvísing í at tøva [...] tøk, sum fólk kunnu royna seg við, t.d. at nappa, síðan at karða, so spinna og at enda at binda. Onkur kemur at sita og virka og vegleiða tey vitjandi, um áhugi er fyri tí., Tær frá Bindifestivalinum í [...] ullini. Stuðulsfelagið Víkingabygd hevur matsølu bæði í Perluni og á Reinsarínum. Tey selja kaffi og køkur á Reinsarínum, meðan tað er opið og suppu í Perluni frá kl. 12.00 til kl. 15.00. Dagurin er fíggjaður
Effata og Rituvíkskórið. Umframt møti, verður eisini spennandi ungdómstiltak páskakvøld kl. 22, og 2. páskadag verður stórt familjutiltak kl. 15, har Ann Mari Kjølbro talar, og barnakórini av Skála og Strondum [...] Skála. Stevnan byrjar páskaaftan 11. apríl og heldur á til 2. páskadag 13. apríl. Tey staðbundnu missiónshúsini hava møti í sínum egna missiónshúsi skírisdag og langa fríggjadag, um tey ynskja tað, men einki [...] upp!« (Matt 28,6) Møti vera páskaaftan, páskadag og 2. páskadag klokkan 19. Talarar vera Hanus Simonsen, prestur, Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari og Heri Kjærbo, leiðari á Boðanardeildini hjá Heim
Anthoniussen. Vestmanna tapti 1-3 móti Streymi og datt niður á aftasta pláss í deildini. Kollfirðingar vunnu oddadystin Í 2. deild telvaðu oddaliðini Toftir og Kollafjørður 1, og her vunnu kollfirðingar við [...] millum Kollafjørð og Havnina. Seinasta vikuskiftið vann Havnin 3-1 á Klaksvík 1, og fyri klaksvíkingar merkti ósigurin, at teir allarhelst hava mist FM-møguleikan. Dysturin millum Kollafjørð og Klaksvík 2 endaði [...] botnliðið Klaksvík 2 og oddaliðið Kollafjørð endaðu við javnleiki, og á 2. borði vann Terji Petersen á Torbjørn Thomsen. Poul Martin Hansen á 4. borði tryggjaði kollfirðingum javnleikin og eitt týðandi stig
hús er í KFUM hvørt fríggjakvøld. Børn undir 13 ár kl. 18-21. Ung yvir 13 ár og nógv eldri inntil kl. 01.00. Øll eru hjartaliga vælkomin til okkara fundir og tiltøk! Hvítusunnusamkoman, Tórshavn Yviri við [...] . 12 ár og eldri eru vælkomin. Aglow, Tórshavn Fundur verður í kantinuni á Læraraskúlanum leygarkvøldið kl. 20. Kvinnur og menn eru hjartaliga vælkomin. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli [...] skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 10?12, mikudag kl. 10-12 og kl. 14-15.30, hósdag kl. 14?18 og fríggjadag kl.10?12.
Michigan og Wisconsin og fekk nóg nógvar valmenn at gerast forseti. Frá klokkan 13 kunnu borgarar í Michigan og Wisconsin atkvøða. Eisini teir 18 valmenninir í Ohio fóru til Trump í 2016. Og hann væntast [...] North Carolina, Pennsylvania og Florida, sum Trump vann í 2016. Florida í suðuri er sum altíð ein svingstatur, har tað næramst stendur á jøvnum millum Donald Trump forseta og demokratiska avbjóðaran Joe [...] bert tvey valevni tapt Florida men tó vunnið forsetavalið. Tað var John F. Kennedy í 1960 og Bill Clinton í 1992. Og aftur í ár verður rokna við, at Florida verður avgerandi fyri, hvør skal sita í Hvítu Húsunum
hava Harris og Klebold lagt til rættis í eitt heilt ár, og teir ætla at raka teir vælbjargaðu næmingarnar og ítróttarstjørnurnar meinast. Einum næmingi ætla teir at ?skjóta kjaftin av?, og ein annar skal [...] sínum ætlanum, og hví teir stutta tíð seinni vóru frá sær sjálvum í einum blóðrúsi á skúlanum, har teir høvdu traðkað mangt fótasporið. Tað kostaði 13 fólkum lívið, fleiri enn 100 vóru særd, og enn fleiri [...] eini avsagaðari fuglabyrsu í fanginum og eini Whiskey-fløsku í hondini. Undir liðini á honum situr Dylan Klebold við tannsteytara í munninum, og saman sita teir og breggja sær av sínum ætlanum um eitt hópdráp
Braut Håland spælt sjey dystir. Hann er byrjaður inni fýra ferðir og hevur spælt samanlagt 440 minuttir. Tað er blivið til 13 skot á mál og 11 av teimum eru farin í málið. Tað er eitt mál fyri hvørjar 40 [...] Sadio Mané (10 mál) og Roberto Firmino (10 mál) í 2017/18. Ja, Erling Braut Håland hevur skorað fleiri mál enn FC Barcelona í hesum kappingarárinum í Champions League. Lionel Messi og liðfelagirnir hava [...] týska Borussia Dortmund, har hann hevur sett fleiri met. Longu í fyrsta dystinum bleiv hann skiftur inn og skoraði. Hann er fyrsti spælarin nakrantíð, sum hevur skotið 11 mál í sjey teimum fyrstu dystunum fyri
oddamonnunum í bólkinum, Brian Harvey og Tony Mortimer, eru nevniliga ikki longur partur av bólkinum, sum í staðin er mannaður við upprunalimunum Terry Coldwell og John Hendry, og Robbie Craig, ið kom uppí bólkin [...] nítiárunum, til Føroya. - Vit hava havt nøkur kvøld við Haddaway og 5ive í Luux, har tað hevur verið fult hús. Tað er tí, at fólk kenna sangirnar og kunna syngja við. Men meðan tey bæði nøvnini hava havt okkurt [...] Fyri nøkrum vikum síðani vitjaði ein av teimum kendu dreingjabólkunum úr nítiárunum, 5ive, Føroya, og nú er næsta navnið á veg. Bretski bólkurin East 17, ið toppaði hitlistarnir í fyrri helvt av nítiárunum
Kanningar hjá belgisku og fronsku løgregluni benda á, at teir, sum stóðu fyri álopunum í Belgia mánamorgunin vóru partur av somu yvirgangskjarnu, sum teir, ið stóðu fyri álopunum í París 13. novembur í fjør [...] løgreglan leitar miðvíst eftir teimum í og rundan um Bruxelles. Annar teirra var við teimum báðum sjálvmorðsbumbumonnunum á flogvøllinum. Tað er maðurin í hvíta jakkanum og hatti, sum ein hevur sæð á myndum [...] Bumba hansara brast eftir øllum at døma ov tíðliga og eingin varð særdur av henni. Hin eftirlýsti gekk saman við Khalid El Bakraoui í metro’ini. Eins og El Bakraoui bar hann ein stóran svartan sekk á veg
Hóast talan er um stór tøl, skal havast í huganum, at tær 78,8 mio. fevna um bæði yngri og eldri eftirstøður og rentur av hesum. Onkrar eftirstøður eru íkomnar heilt afturi í 1993, tá ið mvg lógin kom [...] mvg inntøkan bara fyri árið 2014 var 1,3 milliardir krónur. Eftirstøðan ávirkað av ymiskum viðurskiftum Nógv ymisk viðurskifti hava ávirkan á samlaðu eftirstøðuna, og tí er ikki einfalt at greina til fulnar [...] vit bygnaðin á deildini fyri innheinting, og mentu tá eisini fleiri arbeiðsgongdir kring innheintingina. Tað tykist, sum tær broytingarnar hava verið gagnligar, og seinastu broytingarnar í mvg lógini hava