Nú bert tvey umfør eru eftir í liðkappingini í talvi, eru bert tvey stig á muni millum Kollafjørð og Havnina. Seinasta vikuskiftið vann Havnin 3-1 á Klaksvík 1, og fyri klaksvíkingar merkti ósigurin, at teir allarhelst hava mist FM-møguleikan.
Dysturin millum Kollafjørð og Klaksvík 2 endaði við javnleiki 2-2, og sostatt vann Havnin eitt stig inn á Kollafjørð, sum framvegis er á odda í 1. deild.
Eisini í botninum er spenningurin stórur, tí Klaksvík 2 nú er farið fram um Vestmanna við einum hálvum stigi.
Í dystinum millum Klaksvík 1 og Havnina vann Rani Nolsøe á 1. borði á Torben Ø. Johansen, men Flóvin Þór Næs, Carl Eli N. Samuelsen og Suni Merkistein vunnu hini trý talvini fyri havnarmenn, sum sostatt vunnu dystin 3-1.
Tvey av talvunum millum botnliðið Klaksvík 2 og oddaliðið Kollafjørð endaðu við javnleiki, og á 2. borði vann Terji Petersen á Torbjørn Thomsen. Poul Martin Hansen á 4. borði tryggjaði kollfirðingum javnleikin og eitt týðandi stig afturat við at vinna á Símun P. Anthoniussen.
Vestmanna tapti 1-3 móti Streymi og datt niður á aftasta pláss í deildini.
Kollfirðingar
vunnu oddadystin
Í 2. deild telvaðu oddaliðini Toftir og Kollafjørður 1, og her vunnu kollfirðingar við hálvum triðja stigi móti hálvumøðrum. Toftamenn kundu við einum sigri sunnudagin so at siga tryggja sær uppflyting, men nú er einki avgjørt.
Gøta fekk trý kærkomin stig móti Havnini 1 og skaptu sær sostatt eina nýggja vón um at varðveita sætið í 2. deild. Nú er bert hálvtannað stig upp til Kollafjørð 2, sum tapti 0-4 móti Havnini 2. Við hesum sannførandi sigrinum kom Havnin 2 upp á 19 stig, bert trý færri enn oddaliðið Toftir.