Nítiárini vóru stórleikatíðin hjá teimum sokallaðu boybands. Um allan heim toppaðu teirra sangir tónleikahittlistar, meðan ungar gentur prýddu teirra kømur við plakatum av dreingjunum úr Take That, Backstreet Boys, New Kids on the Block, *Nsync o.s.fr.
Fyri nøkrum vikum síðani vitjaði ein av teimum kendu dreingjabólkunum úr nítiárunum, 5ive, Føroya, og nú er næsta navnið á veg.
Bretski bólkurin East 17, ið toppaði hitlistarnir í fyrri helvt av nítiárunum, verður nevniliga at hoyra 16. apríl í dansistaðnum Luux í Havn.
Bólkurin er m.a. kendur fyri sangir sum Stay Another Day, Let it Rain og It's Alright.
Tað er Rúni Djurhuus, ið eisini fekk 5ive til landið, ið hevur bjóðað monnunum, ið fingu hjørtuni hjá gentum í øllum aldrum at bráðna í nítiárunum, til Føroya.
- Vit hava havt nøkur kvøld við Haddaway og 5ive í Luux, har tað hevur verið fult hús. Tað er tí, at fólk kenna sangirnar og kunna syngja við. Men meðan tey bæði nøvnini hava havt okkurt einkult hitt, so hevur East 17 einar 5-6 sangir, ið alt Føroya fólk kenna. Her er talan um ein av teimum bólkunum, ið var við í fyrstu bylgjuni av boybands í nítiárunum.
Manningin verður tó ikki júst tann sama, ið flestu fólk minnast frá nítiárunum. Tveir av oddamonnunum í bólkinum, Brian Harvey og Tony Mortimer, eru nevniliga ikki longur partur av bólkinum, sum í staðin er mannaður við upprunalimunum Terry Coldwell og John Hendry, og Robbie Craig, ið kom uppí bólkin í 2014.
Sølan av atgongumerkjum til East 17 konsertina byrjar í Kunningarstovuni í Havn klokkan 13 í morgin.
Til ber at hoyra Stay Another Day við at trýsta á høvuðsmyndina.










