Fleiri avgerandi svingstatir í USA hava nú beint eftir middag latið valstøðini upp.
Tað snýr seg millum annað um Ohio, North Carolina, Pennsylvania og Florida, sum Trump vann í 2016.
Florida í suðuri er sum altíð ein svingstatur, har tað næramst stendur á jøvnum millum Donald Trump forseta og demokratiska avbjóðaran Joe Biden.
Vegna teir lutvíst mongu valmenninar – 29 – er Florida ofta ein partur av teimum vinnandi statunum. Síðan Herbert Hoover vann Florida sín veg til Hvítu Húsini í 1928, hava bert tvey valevni tapt Florida men tó vunnið forsetavalið. Tað var John F. Kennedy í 1960 og Bill Clinton í 1992.
Og aftur í ár verður rokna við, at Florida verður avgerandi fyri, hvør skal sita í Hvítu Húsunum.
Í ár er Florida at meta sum heimstatur hjá Donald Trump eftir skiftið frá New York á heysti í 2019. Trump vann statin í 2016.
Pennsylvania í norðuri verður mettur sum ein týdningarmikil svingstatur at vinna í stríðnum um forsetaembætið.
Í 2016 tók Donald Trump øll á bóli, tá hann vann ein tepran sigur í Pennsylvania, Michigan og Wisconsin og fekk nóg nógvar valmenn at gerast forseti. Frá klokkan 13 kunnu borgarar í Michigan og Wisconsin atkvøða.
Eisini teir 18 valmenninir í Ohio fóru til Trump í 2016. Og hann væntast eisini at hava yvirtakið í statinum hesaferð.
Ohio verður mettur at verða snaraður nakað móti Republikanarunum, og staturin skuffaði Demokratarnar á miðvalinum, tá teir eisini mistu guvernørin.
Kortini vóna Demokratarnir, at teir hesaferð kunnu hála Ohio aftur í kassan av svingstatum, sum kunnu fara báðar vegir.
Til samans stríðast Donald Trump og Joe Biden um 538 valmenn.
Tað skulu 270 til at hava meirilutan og harvið vinna forsetavalið.
/ritzau/