slett ikki til at fata, og tað klári eg heldur ikki at fata tann dag í dag. Tú fekk influensu, men hvat var tað at vera bangin fyri ? Tað er jú so vanligt at fáa influensu, so at vit gjørdust ikki bangin [...] hildu vit, at nú fór alt at vera gott, men so var ikki. Altíð hevði tú okkurt at takast við Birita, og tú strálaði sum ein sól hvønn dag. Har sum tú vart, vóru allar vinkonurnar, hetta kom av, at tú altíð [...] Góða Birita Tað er so ógvuliga svárt at seta seg niður at skriva minningarorð um teg, tú, sum eigur at vera ímillum okkum. Hevði tú verið á lívi í dag, so hevði dagurin í dag 22. septembur verið tín føðingardagur
ella seta einstakar tekstarar í starv í staðin. Hetta hevur Netflix enn ikki svarað uppá. [...] danski miðilin journalisten. Øll kunnu søkja um at sleppa at teksta fyri Netflix, líkamikið hvørja útbúgving ein hevur. Tað einasta sum er kravt fyri at verða tikin er betraktning, er ein roynd á netinum [...] fyrr verið skuldsett fyri at brúka maskinur til teksting, tí tekstingin hevur verið so vánalig. Hesar skuldsetingarnar hevur fyritøkan ikki svarað uppá. Journalisten skrivar at Netflix fyrr hevur nýtt
eygunum árla á morgni, og tað dró ikki skýggj fyri sól, lá Fuglafjørður so svøvntungur í morgunroðanum og goymdi at teimum tilkomnu og lýddi teimum í hoyra, at tað fór at verða ein dýrdardagur. Fuglaljóð [...] stoytt í kolkjallaran og salti í saltkjallaran. Hetta var snilt. Einans tveir, tríggir mans skuldu til hesa lossing, men stuttligt var at standa á vogninum, meðan "tokið" dartaði inn og út. Ikki at gloyma [...] bygdina um hetta mundi og løgdu upp kol og salt við Stórubrúgv. Kain var størri í vav, men ikki so høg upp á fót sum Stórabrúgv, men ikki at forgloyma tey stóru russisku móðirskipini, ið løgdu at her, t.
viðurskiftir í samfelag okkara - skattur og eftirløn, men tó skal leggjast afturat, at hetta at draga so nógv fólk í arbeiðstíðini at fáa innlegg um viðurskiftir, ið fyri hesi fólk eiga at verða sjálvfylgja [...] áðnum. Tað er onki at taka seg aftur í, at flestu luttakararnir kendu seg at verða tiknan á bóli, tí her varð løgd fram eina ætlan, sum greitt vísti, at løgmaður ikki hevði megna at fáa politiska baklandið [...] r ætlanir, at tað als ikki ber til at taka støðu til hetta á núverandi støði, og harafturat er alt sum bendir á, at tey blonku ørkini hóast alt ikki eru blonk á báðum síðum, tí vit fáa ikki annað burturúr
missa undirtøku er ikki óvanligt. Ein kanning, sum stóð at lesa í donskum blaði vísti, at av 283 valum í 19 ymiskum londum misti stjórnarflokkurin í miðal 2,5 prosent við hvørt valið. Hetta sama er norski [...] skal altso vend koma í, hóast aðrir eygleiðarar undra seg yvir, at danir vilja hava ta næstbestu loysnina - altso at tey í mangar mátar vilja hava Helle at reka borgarligan politikk. At ein stjórn ella s [...] partarnar so nógv, at fólkið í mangar mátar gongur í tveimum bólkum: Tjóðveldi fær helst eitt gott val. Og Sambandsflokkurin, sum, ikki minst orsakað av "løgmans-effektini", fer helst at fáa eitt gott val
so til, at samgongan hevur sett sær fyri hesa fólkaatkvøðuna, kunnu vit av røttum spyrja. Hevði tað verið so, at politiska skipanin stóð saman, men tað ger hon als ikki. So seint sum í gjár sendi [...] endanum. Tí tað er als ikki greitt fyri fólki, hvat hetta gongur út uppá. Hinvegin hevur hetta um kommunusamanleggingar verið á politisku dagsskránni í eini 20 ár, uttan at nakað sum helst hendir [...] yvirlýsing, har flokkurin »staðfestir, at komandi fólkaatkvøðan als ikki hevur fingið nakra politiska viðgerð, og tískil er endamálið við fólkaatkvøðuni ikki greitt, hvørki fyri okkara fólkavaldu
ásannast, at hetta hevur ikki eydnast serliga væl. Eg havi helst mín part av skyldini, men staðfestast má, at politiska skipanin ikki er búgvin til eitt slíkt samstarv. Tað er mín vón, at tíðin fer at arbeiða [...] ararnir í Dimmalætting á, at andstøðan higartil als ikki er tikin við í viðgerðina av fíggjarlógini 2004, og serliga er tað sambært varaformanninum í Fíggjarnevndini merkisvert, tá løgmaður í røðu síni [...] 2003 helst fer at merkjast á eldraøkinum. - Hetta er jú eitt tungt og kostnaðarmikið øki, og tískil er væntandi, at farið verður hagar at spara pening. Hetta er óttin, fleiri føroyingar í dag hava, sigur
við trægarði. Hetta er eitt hitarúm, har heitur pottur er uttanfyri. Pottur og hitarúm er til gestirnar í smáttunum at nýta, og tó hetta er úti, so sæst ikki innar til pottin, tí garðurin uttanum pottin er [...] Í hesum døgum koma smátta nummar 9 og 10 upp í smáttubýlinginum í Vági. Harvið eru allar ætlaðu smátturnar bygdar, og hesin nýggi býlingurin hevur fingið skap. Mitt millum smátturnar er eitt úthús við [...] er somikið høgur, at ikki sæst innar. Nakrar av smáttunum eru seldar privatum, men felags fyri allar 10 smátturnar er, at allar verða partvís leigaðar út og allar verða eisini til taks hjá nýggja ítró
hildið í Leguhúsinum í Nesvík. Hetta kvøldið var so sjálvur endabresturin við stórari konsert, har eini 800 fólk lýddu á. Veðrið var ikki tað besta uttandura, men hetta forðaði kortini ikki fólki í at koma [...] sum taldi omanfyri 80 sangfuglar. Áhoyrararnir tóktust hugna sær í høllini, og líkt var til at teimum dámdu sangirnar so mikið væl, at kórið varð klappað til eitt eykalag. Kórleiðari var danska Maud Kofod [...] Kofod, sum dagliga stjórnar gospelkórinum Vocation, sum hevur heimstað í Keypmannahavn.
heldur ikki, at løgreglan higartil hevur megnað at prógvað, at eitt dráp er farið fram í heiminum í Lørenskog og leggur aftrat, at eingi sum helst prógv eru fyri, at Tom Hagen eigur nakran lut í, at kona [...] varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Í rættinum brúkti løgreglan eitt nú uppkallini, sum tey hildu, at Tom Hagen hevði slettað, og hetta var við til at gera, at tingrætturin gekk við til at varðhaldsfongsla miljarderin [...] vórðu gjørdar í fjør summar og í heyst, brúkti løgreglan ikki horvnu uppkallini sum grundgeving í rættinum. Kortini kom tingrætturin til ta niðurstøðu, at orsøk var til at loyva løgregluni at gera nýggjar