800 fólk til konsert

Leygarkvøldið endaði árliga sangskeiðið hjá Heimamissiónini við eini stórari konsert í ítróttarhøllini á Skála

Alla vikuna høvdu teir 130 sangfuglarnir vant fleiri sangir ígjøgnum á skeiðnum, sum varð hildið í Leguhúsinum í Nesvík.

Hetta kvøldið var so sjálvur endabresturin við stórari konsert, har eini 800 fólk lýddu á. Veðrið var ikki tað besta uttandura, men hetta forðaði kortini ikki fólki í at koma til konsertina.

Konsertin byrjaði við barnakórinum, sum hevði einar 30 sangarar, og endaði við tí stóra kórinum sum taldi omanfyri 80 sangfuglar.

Áhoyrararnir tóktust hugna sær í høllini, og líkt var til at teimum dámdu sangirnar so mikið væl, at kórið varð klappað til eitt eykalag.

Kórleiðari var danska Maud Kofod, sum dagliga stjórnar gospelkórinum Vocation, sum hevur heimstað í Keypmannahavn.