Netflix leitar eftir fólki, sum kunnu umseta og teksta filmar og sendingar til ymisk mál. Prísirnir eru ymiskir treytað av hvat mál verður umsett til, og liggja frá seks og upp til 27 dollarar per minutt. Tey sum teksta til japanskt ella íslendskt fáa hægstu lønina, veit danski miðilin journalisten.
Øll kunnu søkja um at sleppa at teksta fyri Netflix, líkamikið hvørja útbúgving ein hevur. Tað einasta sum er kravt fyri at verða tikin er betraktning, er ein roynd á netinum, sum er 90 minuttir til longdar.
Netflix hevur fyrr verið skuldsett fyri at brúka maskinur til teksting, tí tekstingin hevur verið so vánalig. Hesar skuldsetingarnar hevur fyritøkan ikki svarað uppá.
Journalisten skrivar at Netflix fyrr hevur nýtt partsútvegarar, og hesar fyritøkurnar fáa minst ein triðing av tí, sum Netflix rindar fyri tekstingina. Tí hevur lønin ikki verið høg til einstaka tekstarin, hóast lønin sum Netflix rindar hevur verið góð. Tí er spurningurin nú, hvørt Netflix fer at halda á fram við at nýta partsútvegarar ella seta einstakar tekstarar í starv í staðin. Hetta hevur Netflix enn ikki svarað uppá.