Sofaveljarin

Er tað nakað sum fer at sermerkja prátið manna millum hetta komandi árið, so man tað uttan iva verða tann politiska støðan og tey bæði valini sum standa fyri framman - í kronologiskari raðfylgju fólkatingsvalið og síðani løgtingsval, men tey kunnu kortini eins væl býta um raðfylgju, tí enn vita hvørki føroyingar ella danir nær tey skulu kjósa sær umboð á ting.

Tey, ið hava fylgt við politisku gongdini her á landi, hava staðfest, at veljarakanningarnar hava víst á eina polarisering í føroyskum politikki - kanska ikki so nógv millum høgra og vinstra, sum millum sjálvstýrisvongin og sambandsvongin. Soleiðis sum kanningarnar hava víst, eru tað júst hesin eini spurningurin, sum skilir partarnar so nógv, at fólkið í mangar mátar gongur í tveimum bólkum: Tjóðveldi fær helst eitt gott val. Og Sambandsflokkurin, sum, ikki minst orsakað av "løgmans-effektini", fer helst at fáa eitt gott val, skal ein trúgva kanningunum.

Øðrvísi er tó statt í Danmark, har forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen ikki kann vísa á somu effekt sum landsins leiðari. Hjá honum gongur tað heldur hinvegin. Orsøkin til hetta sigst vera, at Løkke og stjórn hansara er niðurslitin. Fólk vilja hava okkurt nýtt. Tey vilja hava Helle Thorning-Smith sum forsætisráðharra. Og hetta siga tey, samstundis sum tey, so løgið tað ljóðar, halda, at Løkke er hann ið er bestur at leiða landið gjøgnum kreppuna og hevur tey greiðastu sjónarmiðini. Men hetta telur kortini ikki, tí sambært teirri seinastu veljarakanningini, sum varð gjørd í farnu viku, hevur veljarin eftir øllum at døma longu tikið avgerð um, at tey vilja hava Helle.

Eygleiðarar siga snøgt sagt, at Løkke er raktur av Nyrup-syndrominum, har hann og ráðharrar hansara eru meistarar í at klutra tey góðu málini, júst sum fyrrverandi forsætisráðharrin, Nyrup gjørdi tað, soleiðis at danir nú eru komnir til ta støðu, at 10 ár við eini borgarligari stjórn er nóg mikið. Nú skal altso vend koma í, hóast aðrir eygleiðarar undra seg yvir, at danir vilja hava ta næstbestu loysnina - altso at tey í mangar mátar vilja hava Helle at reka borgarligan politikk.

At ein stjórn ella stjórnarflokkur missa undirtøku er ikki óvanligt. Ein kanning, sum stóð at lesa í donskum blaði vísti, at av 283 valum í 19 ymiskum londum misti stjórnarflokkurin í miðal 2,5 prosent við hvørt valið.

Hetta sama er norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg eisini greiður yvir. Hóast stórtingsval ikki er í Noregi fyrrenn í 2013, hevur stjórnin eisini verið fyri hørðum atfinningum og minkandi undirtøku í veljarakanningunum. Í farnu viku var Stoltenberg tó frammi og segði sína hugsan um politisku støðuna. Her gjørdi hann púra greitt, at hann ikki óttaðist andstøðuflokkarnar, Høyre og Fremskrittspartiet við eitt komandi val. Hansara størsti ótti var sofa'in og tey, ið velja at vera heima á valdegnum.

- Vit verða við hvørt einasta val ámint um, at tað er valúrslitið sum telur. Vit skulu tó ikki gloyma veljarakanningarnar, men tað avgerandi er hóast alt valúrslitið, segði Stoltenberg í hesum sambandi. - Vit vita, at tann størsti val-reservin hjá Arbeiderpartiet eru tey sum ikki greiða atkvøðu.

Í januar 2012 verður løgtingsval, um ikki fyrri. Valstríðið er í mangar mátar byrjað. Tann stóri spurningurin er, um løgmans-effektin kann halda sær so leingi. Hin spurningurin er, um tjóðveldi við Høgna Hoydal á odda fær sannført fólk um, at teirra leið er hin rætta.

Men kanska verður størsta avbjóðingin hjá øllum valevnunum at fáa fólk á val. Tí samstundis sum summi gerast spent uppá valið, eru tað onnur sum halda lítið um politikkarar okkara. Tey eru troytt at brotnum lyftum, klandri og uppgávulyndi. Kanska kunnu orðini hjá Stoltenberg eisini brúkast í føroyskum politikki, at tað í roynd og veru er sofaveljarin, sum avger hvønn veg rákið kann fara.

Í øllum førum er greitt, at hvør atkvøða telur við eitt komandi løgtingsval. Tað ræður bara um at fáa fatur á teimum.