Politiski viljin er, at vit skulu hava færri kommunur. Og um tað er neyvan tann stóra tvístøðan, tí at standa spjadd og draga hvør sína línu, tað hava føroyingar dugað alt ov væl gjøgnum tíðirnar. Tað hevur sjáldan verið hugsað um heildina, heldur um, hvussu eg og vit kunnu sæta okkum sum frægast.
Men hvussu ber tað so til, at samgongan hevur sett sær fyri hesa fólkaatkvøðuna, kunnu vit av røttum spyrja. Hevði tað verið so, at politiska skipanin stóð saman, men tað ger hon als ikki. So seint sum í gjár sendi Tjóðveldi út yvirlýsing, har flokkurin »staðfestir, at komandi fólkaatkvøðan als ikki hevur fingið nakra politiska viðgerð, og tískil er endamálið við fólkaatkvøðuni ikki greitt, hvørki fyri okkara fólkavaldu ella landsins borgarar.«
Og her hevur Tjóðveldi fatur á rætta endanum. Tí tað er als ikki greitt fyri fólki, hvat hetta gongur út uppá. Hinvegin hevur hetta um kommunusamanleggingar verið á politisku dagsskránni í eini 20 ár, uttan at nakað sum helst hendir. Kommunur leggja saman, men tað hevur einki við yvirskipaðu ætlanirnar hjá løgtingi og landsstýri at gera – men tað verður gjørt av praktiskum ávum.
At leggja kommunur saman er ein sjálvfylgja. Um tað nýtist eingin fólkaatkvøða. Tórshavnar kommuna hevur lagt saman við fimm øðrum kommunum seinasta mansaldurin – uttan eina tað einastu fólkaatkvøðu. Men nú skulu havnarborgarar spyrja, um teir vilja hava hinar báðar kommunurnar, sum eftir eru í Streymoynni, við eisini.
Hetta eru burturspiltir pengar, sum høvdu gagnað nógv betur á onkrum øðrum øki – serliga um hetta bara verður ein víðkað gallupkanning, sum heldur ikki fer at verða brúkt til annað, enn ein veljarakanning, tí »fólkaatkvøðan er bara vegleiðandi«, hvat tað so enn merkir.
Men tá nú hugurin er so góður at spyrja fólkið, so kundi samgongan eitt nú spurt okkum, um vit góðtaka, at pensjónsaldurin skal hækka. Hon kundi eisini spurt okkum, um vit góðtaka »progressivu flatskattaskipanina«, um vit góðtaka, at pensjónirnar verða skattaðar við inngjaldi, ella um vit góðtaka at seta í gildi brúkaragjøld á heilsuøkinum.
Ein fólkaatkvøða um slík evni hevði givið meining. Fekk samgongan undirtøku fyri sínum politikki, so sluppu vit undan øllum grenjinum frá andstøðu og fakfeløgunum. Ella úrslitið varð øvugt. Í øllum førum hetta givið meining.









