kann fyri tað fyrsta nøkta eftirspurningin í summarhálvuni, tá mong als ikki sleppa við sum støðan er í dag. Men møguliga kann tað eisini skunda undir broyting í ferðaætlanini, so tað kann verða siglt uppá [...] okkara. EISINI Atlantsflog hevur stóran týdning í so máta. Fyritøkan hevur víst seg at hava dirvi og hegni til at taka á seg nýggjar avbjóðingar og verður í dag flogið til mestsum somu lond sum Smyril Line [...] Line eisini hevur á síni ferðaskrá. Atlantsflog fór í fjør undir at flúgva til Skotlands og í ár kemur Stavanger á skránna. Hugsa vit um týdningin sum bæði Noreg og Skotland hava fyri okkara ungdóm undir
rætta útspælið. Hvussu vit enn lesa hesa kanning og hvat vit enn leggja í hana, so stendur eitt púra greitt, og tað er, at føroyingar í størri mun vilja vera sjálvbjargnir og taka ábyrgd av sær sjálvum. Ivin [...] hetta verður gjørt og nær. TAÐ var sera áhugavert at hoyra løgmann gera viðmerkingar í útvarpinum. Hann endurtók júst tað, sum hann segði við Sosialin herfyri, nevniliga hetta, at vit eiga ikki at forhasta [...] slóð fyri eini skilagóðari og brúkligari loysn í eitt nú tjóðskaparmálinum. Hóast tjóðveldismenn harta javnaðarflokkin fyri at vera veruliga forðingin í fullveldismálinum, so er rætta adressan kanska heldur
tíð. Í røðuni, sum løgmaður fer at halda fyri tingkvinnum og -monnum á ólavsøku, verður barnsburðargrunnurin nevndur sum eitt av málunum, landsstýrið raðfestir høgt. Finnbogi Arge, landsstýrismaður í ar [...] at allar kvinnur á arbeiðsmarknaðinum eru á jøvnum føti, tá ið tær skulu í barnsburðarfarloyvi, sigur Finnbogi Arge. Og tað er júst hetta, at allar kvinnur og fyri so vítt eisini menn, vera líka fyri lógini [...] løn í farloyvistíðini, fáa tær á privata arbeiðsmarknaðinum antin úr dagpeningaskipanini, ið er 80% av forvunnu inntøkuni seinastu fáu vikurnar, ella sambært funksjónerlógini, ið ásetur hálva løn í samanlagt
á Landssjúkrahúsið. Eisini vísir hann á illveðrið, ið brast á, meðan politikarar vóru í Klaksvík á kjakfundi um júst sparingar innan sjúkrahúsverkið, og at tað var um reppið, at tey vitjandi sluppu av aftur [...] 17 sjúkrahús. Orsøkin er sjálvandi tann, at her valda onnur viðurskifti enn í Danmark. Veðrið er ógvuliga illfýsi her norðuri í Norðuratlantshavi, og ger saman við tí, at farast skal yvir hav, sjúkraflutningin [...] tímin avgerandi fyri, um sjúklingurin yvirlivir. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at skurðlæknavaktirnar í Klaksvík og á Tvøroyri verða varveittar. Um tær verða niðurlagdar, er neyðugt at hava eina tyrlutænastu
Í samband við at bert fáar reglur vóru um Føroyar í setanarrøðuni hjá Poul Nyrup Rasmussen, tá Fólkatingið fór aftur til arbeiðis, gjørdi Johs. Martin Olsen nakrar viðmerkingar, har hann m.a. segði seg [...] hava føroyingar havt í so nógv at okkum dønum. Tí kenni eg tað - um æktaður vinskapur skal hava nakað virði - eisini at svara aftur. Tey fáu orðini, sum eg vil siga, verður tí sagt í einum vinarligum anda [...] leggja skyldina fyri allar trupulleikar í Føroyum á danskar herðar, og serliga á donsku stjórnina. Eg veit tað væl - Danska stjórnin hevur ikki alla skylduna av støðuni í Føroyum. - Tað veit Johs. M. Olsen
sum Spider-Man allar í vanda fyri at detta inn í óndskapin sjálvar, tí tær hava pínuna og tað demoniska í barmi eisini. Tær eru fullar í avmakt, hatri og desperatión og fáa alt vald í leiklutinum sum superhetjur [...] genialar, tí tær bera júst sorgina í barmi. Tær hava longu mist alt, og eru tí ikki bangnar fyri nøkrum. Missurin av pápabeiggjanum ger Spiderman óndan eina løtu. At temja sítt hatur Í hesum filminum er [...] lesandi og freelanse fotografur, ið øll hálva vegna taka eitt sindur synd í - men um náttina sveiggjar hann seg millum háhúsini í New York, heimsins mest framkomna býi. Men eisini ein av heimsins ráastu
landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, at hann fer at royna at fáa semju í samgonguni um at leggja eldraøkið út til kommununnar. Sæð frá okkara sjónarhorni úti í kommununum eru hetta [...] krøv til tænastuna til tey eldru. Verður hetta gjørt, so ivist eg onga løtu í, at eldraøkið ferð at verða líka væl umsitið úti í kommununum sum barnaansingin er tað. Tjakast verður um, hvør best kennir tørvin [...] Mínar royndir í 8 ár innan kommunala økið vísa, at einstaka kommunan kennir nógv betur tørvin hjá borgaranu, og er før fyri at nøkta hann ofta, uttan at hetta viðførir meira umsiting. Í dag hava vit h
Skårderud hevur meir enn 20 ára royndir við sjúklingum, sum líða av etingarólagi. Í fyrilestrinum greiddi hann frá, at etingarólag í grundini er ein sálarsjúka, har tað er kenslan av at vera ov tjúkkur heldur [...] saman við einum øðrum manni, sum var púra burtur í henni. Hetta fekk frá eini løtu til aðra kvinnuna at kenna seg klæna og vakra, hóast vektin segði júst tað sama. Dømi er rættiliga typiskt, greiddi Finn [...] hjá tí sjúka lítið og onki hevur við veruleikan at gera í eygunum á øðrum, ger tað ikki støðuna minni veruliga fyri tann sjúka. Finn Skårderup kom í hesum sambandi inn á, hvussu lærarar, pedagogar og foreldur
ng kom út í fjølmiðlarnar, so var hann ikki um, hvat vit ætla við hesi nýggju kommununi. Spurningurin var bara: Hví leggja tit ikki saman við Fuglafirði? Tað hevur víst seg, at orðaskiftið í Leirvík hevur [...] eitt sløkkilið í hvørjari av kommununum. Har kundu vit valt at lagt tey saman til eitt felags sløkkilið. Vit kundu eisini fara eitt stig víðari, og gjørt tað soleiðis, at vit eiga alt í felag. Tað er ein [...] vit vita, at kommunurnar vera ein um tvey ár, tí tá koma vit at eiga alt í felag. - Vit hava valt at siga, at hetta er ikki sum í fleiri øðrum samanleggingum. Vit hava ikki gjørt eitt gerðabýti ella ein
Tað í sjálvum sær gevur sjálvsagt einki meistaraheiti, men hinvegin man tað vera ein sera hugalig støða hjá Kyndli, um hetta skuldi borið á. Og so kann eisini leggjast afturat, at eftir dystirnar í miðvikuni [...] arvafíggindarnir ikki hava tey bestu kortini at vinna seg fram í steypafinaluna, og tí leggja kanska enn størri dent á møguleikan fyri gullinum í landskappingini. Mugu gera sær dælt Tveir aðrir dystir verða [...] heilt víst at gera sær dælt av stigamissinum, sum onkur ? ella báðir ? av kappingarneytunum í oddinum fáa í Vestmanna. Neistin skal á heimavølli royna seg móti H71, og á pappírinum er tað ein dystur, sum