Byggja brýr millum Føroyar og umheim

TEY bæði stóru feløgini Smyril Line og Atlantsflog hava hesi seinastu árini roynt at ment seg og hevur hetta eisini gagnað brúkarunum nógv. Sum nakað nýtt er Norrøna farin at sigla alt árið millum Føroyar og umheimin. Tá avgjørt varð at byrja uppá vetrarsigling eisini vóru mong glað. Onnur ivaðust.

Uttan at vit kenna roknskapartølini fyri hesa sigling neyvt, so tykist tað kortini vera so, at vetrarsiglingin við ferðafólki og farmi hevur givið eitt hampuliga gott úrslit, men hinvegin vita vit, at tað tekur tíð til at byggja upp eina nýggja rutu og ikki minst nakað so óvist sum vetrarsigling. Tað er greitt, at tað kemur mongum væl við, at tað ber til at ferðast við skipi helvtina av árinum til Danmarkar ella heim. Tey eru mong, sum ikki tora at flúgva, men eisini hetta, at tú kanst hava bilin við, hevur nógv at siga. Smyril Line og Norrøna eru komin fyri at verða. Tó so, at tað fyrr ella seinni verður neyðugt við nýggjum skipi.


VIT kunnu bert vóna, at leiðslan í felagnum liggur framvið og antin keypir eitt brúkt skip ella byggir eitt nýtt, tá hetta er rætt. Tað er sjálvandi umráðandi hjá felagnum at konsolidera seg, áðrenn tað fer undir risastórar íløgur. Tað er tó greitt, at kemur ikki annað felag inn á henda marknaðinum, so átti sjóvegis flutningurin at borið eitt størri og betri skip. Tað kann fyri tað fyrsta nøkta eftirspurningin í summarhálvuni, tá mong als ikki sleppa við sum støðan er í dag. Men møguliga kann tað eisini skunda undir broyting í ferðaætlanini, so tað kann verða siglt uppá skotska meginlandið heldur enn til Lervick. Sjóvegis samband av hesum slag millum Føroyar og næstu grannalond okkara, Ísland, Noreg, Danmark og Skotland hevur ikki bert týdning fyri ferðafólk her og nú. Hetta sambandið er í veruleikanum ein av fortreytunum fyri og eisini ein katalysatorur fyri øktum og mennandi samstarvi millum Føroyar og umheimin á bæði tí vinnuliga, handilsliga og tí mentanarliga økinum. Hesum eiga vit at geva gætur. So tit á Smyril Line skulu vita, at tit við at varðveita og menna siglingina eru við til at knýta enn tættari bond millum føroyingar og næstu grannatjóðir okkara.


EISINI Atlantsflog hevur stóran týdning í so máta. Fyritøkan hevur víst seg at hava dirvi og hegni til at taka á seg nýggjar avbjóðingar og verður í dag flogið til mestsum somu lond sum Smyril Line eisini hevur á síni ferðaskrá. Atlantsflog fór í fjør undir at flúgva til Skotlands og í ár kemur Stavanger á skránna. Hugsa vit um týdningin sum bæði Noreg og Skotland hava fyri okkara ungdóm undir útbúgving og part av okkara vinnuføra fólki, og eisini um eina framtíðar frálandavinnu, so eru júst hesi bæði londini av alstórum týdningi, og tí fegnast vit um avgerðina hjá felagnum at víðka um ferðaætlanina. Hóast tað ikki altíð hevur gingið so væl, hava feløgini týdning fyri Føroyar og mugu vit vóna, at teimum er lív lagað í mong mong ár. Tey byggja brýr.