Tá matur er ein hóttan

- Etingarólag snýr seg um so nógv annað, enn mat ? í veruleikanum kanska minst um mat, men heldur um kenslur, sjálvsvirðing og eitt ynski um at hava tamarhald, segði Finn Skårderud, professari, millum annað á ráðstevnini um etingarólag á Hotel Føroyum mikudagin


Mikudagin skipaði Synergi fyri ráðstevnu um etingarólag. Á stevnuni luttóku ymisk fakfólk, læararar, heilsusystrar umframt foreldur at børnum við etingarólagi.
- Hóast vit ongi hagtøl hava og ikki hoyra so nógv um tað, er tað er eingin ivi um, at etingarólag eisini er trupulleiki hjá nógvu føroyingum. Eftir at vit høvdu lýst við hesi stevnuni, vendu heilt nógv foreldur sær til okkum at frætta nærri, so tørvurin at varpa ljós á evnið er avgjørt til staðar, siga fyrireikarnir av stevnuni.
Kenslur og tamarhald
Finn Skårderud hevur meir enn 20 ára royndir við sjúklingum, sum líða av etingarólagi. Í fyrilestrinum greiddi hann frá, at etingarólag í grundini er ein sálarsjúka, har tað er kenslan av at vera ov tjúkkur heldur enn veruleikin, sum fær sjúklingin at skúgva matin frá sær ella spýggja hann uppaftur.
Finn nevndi sum dømi eina kvinnu við etingarólagi, sum livdi saman við einum manni, hon ikki treivst saman við. Samlívið teirra millum var merkt av brigsli og illneitan, og kvinnan kendi eg alsamt tjúkkri og minni eiggiliga, tá hon var saman við honum. Seinni fann kvinnan saman við einum øðrum manni, sum var púra burtur í henni. Hetta fekk frá eini løtu til aðra kvinnuna at kenna seg klæna og vakra, hóast vektin segði júst tað sama.
Dømi er rættiliga typiskt, greiddi Finn frá, og vísir bara, at tá tað snýr seg um etingarólag, er maturin og harvið vektin bert eitt sjúkutekin um, at okkurt annað bagir. Ein orsøk til etingarólag er til dømis ynski um at hava tamarhald á sær sjálvum ella bara onkrum her í lívinum. Við at lata vera við at eta ella spýggja matin upp aftur kann sjúklingurin varveita eina støðuga vekt og harvið kensluna av at vera tann, ið stýrir. Tankin um at byrja at eta sum vanligt aftur verður ræðandi, tí fyri sjúklingin merkir tað, at hann setir tamarhaldið á sær sjálvum í vanda. Eitt normalt forhold til mat verður sostatt ein hóttan móti allari sjálvsvirðingini, sjúklingurin hevur bygt upp um etingarólagið.
Hóast sjálvsmyndin hjá tí sjúka lítið og onki hevur við veruleikan at gera í eygunum á øðrum, ger tað ikki støðuna minni veruliga fyri tann sjúka. Finn Skårderup kom í hesum sambandi inn á, hvussu lærarar, pedagogar og foreldur kunnu koma á tal við tann sjúka og royna at seta seg inn í, hvussu hann fatar støðuna. Í øllum førum nyttar tað lítið bara at júka tann sjúka um at eta sum onnur, tí tað fær ongantíð loyst ein trupulleika, sum ikki snýr seg um mat.
Aftaná fyrilesturin hjá Finn Skårderud greiddu Heri Kragesten og Anna D. Henze, sálarfrøðingar, frá viðgerðarmøguleikum í Føroyum fyri etingarólag, har luttakranir eisini fingu høvi at seta spurningar.