stigatalvuni. Sigurin var eisini uppiborin, og tað vísir seg nú, at B68 stendur seg ofta væl á heimavølli, og onnur lið hava torført við at basa teimum á Svangaskarði. Hol á beinanvegin B68 legði seg framum [...] hon lobbar bóltin uppum málverjan, sum ikki hevði nakran møguleika at bjarga. Nógv ferð var á dystinum, men tað gekk sera striltið at skapa nakrar veruligar málmøguleikar. B68 var tó liðið, ið hevði munin [...] dystin um miðvøllin, og tað hevði við sær, at B36 ongantíð fekk fótin fyri seg í dystinum. B68-leikararnir vóru nógv grammari um allan vøllin og vístu størri vilja at vinna dystin enn B36. Maibritt økti Ta
somikið nógv longu vera avgjørt, at Argentina at kalla einki hevur at spæla fyri tann dystin. Og so skulu Eriksson og hansara menn eisini vera fegnir um, at tað eydnaðist teimum at fáa javnleikin. Kanska var [...] Beckham í 1998. Fríggjadagin komandi hittast liðini aftur, og tó at hesi dysturin er í innleiðandi bólkaspælinum, so tykist hann fyri Ongland at vera mest sum avgerandi fyri, hvørt teir koma víðari í kappingini [...] Ongland við yvirlutan í fyrra hálvleiki, men teir skaptu fáar møguleikar, og tað var eitt sindur sigandi, at eitt hornaspark skuldi til, áðrenn teir fingu skorað. Í seinna var tað hinvegin Svøríki, sum hevði
møguleika at hyggja eftir tyrluni, og fólk kundu eisini tosa við teir amerikansku hermenninar. Preben Skovgaard, sum er presseofficerur á Færøernes Kommando, metir, at eini 500 fólk nýttu høvi at hyggja eftir [...] lur vóru í Føroyum. Ein teirra legði leiðina til Havnar, har fólk fingu høvi at síggja tyrluna, og møguleiki var eisini at tosa við hermenninar, sum vóru umborð. Hesar tyrlurnar, sum eru framleiddar í [...] amerikansku hernaðarstøðini í Keflavík, nærhendis Reykjavík í Íslandi. Orsøkin til hesa vitjanina er, at londini í Norðuratlantshavinum samstarva innan leiting og bjarging á havinum. Hesar tyrlurnar verða
so mikið væl nøgdir við sáttmálan, at áhugin at leingja hann var stórur, og nú er so nýggjur sáttmáli undirskrivaður, og hevur tað líkasum alla tíðina ligið klárt, at samstarvið skuldi halda fram. Nýggi [...] eru komin í fasta legu. Við virksemi sum hesum er greitt, at góðir stuðulssáttmálar eru týdningarmiklir, men hetta virksemið ger eisini, at flogbólturin hevur vunnið seg nógv fram, og er lýsingarvirðið [...] Flogbóltssamband Føroya fekk í 1999 beint undan Oyggjaleikunum á Gotlandi sáttmála við Føroya Sparikassa. At tað gjørdist júst Føroya Sparikassi var ikki so løgið, tí Føroya Sparikassi stuðlaði Flogbóltssambandinum
Venjarin hjá FC Keypmannahavn gjørdi av at seta Toda Jónsson á beinkin, tá FCK spældi steypafinaluna hósdagin. ? Tað loysir seg ikki at taka nakran kjans, nú Todi endiliga er komin fyri seg aftur. Tí valdi [...] einar fimm ferðir. Hann hevði tó eitt skot á tvørstongina stutt fyri, at hann varð tikin út. Avgerðin bíðar Todi hevur fyrr í ár biðið um at verða spardur til onkran dystin, men tað hevði hann ikki gjørt hesaferð [...] og hann spælir væl, tí vildi eg ikki taka nakran kjans. Eg má eisini hugsa um, at Todi hevur verið nógv skaddur, og at spæla tveir so harðar dystir innan fáar dagar, kann kosta, segði Hans Backe. ? Tað
Vanligt er at nýta fangar í fongslum og psykiatriskar røktarsjúklingar á statssjúkrahúsum um allan heimin og eisini í Føroyum, og hvørs alt tænir heilivágsídnaðinum! Tað er rættuliga óhugnaligt at kenna tað [...] ! Tað at flestu føroyingar eru egoistisk/ materialstisk hugsandi og líkasæl mótvegis medmenniskjanum, ið verja tey sterku í samfelagshøpi mótvegis teim veiku, sigur alt í dag. Tað er tí einki at siga til [...] tað á sær, at øll eru ótilvitað tikin av ræði í egnum lívi, og eru komin undir eitt sinnalags eftirlit við formyndarí (bureukrati) stovnsveldi! Øll, ið eru mínir arvafíggindar frá børnum til fólkapensjónistar
Hesaferð eydnaðist hjá Kára at vinna á Evaldi, tí hann hesaferð, umframt at súkkla og renna skjótari, eisini skifti skjótari. Skiftini nógv at siga Tað er soleiðis í triathlon, at tá skift verður millum í [...] var kalt, og menn ikki eru vanir at skifta klæðir vátir og loftnaðir. Verður hugt eftir úrslitatalvunum, sæst ein stórur munur í tíðunum til skiftini, og er hetta tí at íðkararnir lótu seg væl í sunnudagin [...] vegnum skal so hann skifta í súkkluklæðir. Annað skiftið er frá súkkling til renning, og er tá ?bara? at fara úr súkkluskónum og í renniskógvarnar, og so avstað. Hesi skifti verða ofta rópt ?gloymda ítró
sum fór við sigrinum. Tað úrslitið hevði við sær, at Fleyr aftur blandaði seg upp í oddastríðið, og nú eru teir so fremst. Men tað er somikið javnt, at um Fram vinnur í morgin, samstundis sum SÍ vinnur [...] botnliðnum Mjølni. Á heimavølli eru klaksvíkingar ikki altíð so mjúkir at strúka, men stigatalvan lýgur ongantíð, og hon sigur, at Mjølnir er aftast. Samstundis er SÍ ein av FM-favorittunum, so tað líkist [...] dystunum er nevniliga »slagið um Havnina« millum Fleyr og Fram, og støðan í kappingini er soleiðis, at dysturin eisini fær stóran týdning fyri slagið um allar Føroyar. Fleyr er fremst, eitt stig frammanfyri
nýttu høvi til at støkka inn á gólvið hendan kalda leygarmorgun. Millum allar blómurnar varð bjóðað heitt kaffi saman við smákøkum, og allar vørurnar vóru niðursettar í samband við, at handilin fyri fyrstu [...] í dag nýtast til skrivstovuvirksemi. - Vit frættu um, at kioskin hjá Meinhard skuldi lata aftur, og hildu vit hetta verða ein góðan møguleika til at fáa eini enn betri høli. Vit liggja betri fyri á Nólsoyar [...] fyrstu ferð lat upp í hesum hølum. Nógv fólk Ætlanin var, at handilin skuldi lata upp klokkan 09.30, men longu áðrenn klokkan 09.00 stóðu fólk uttanfyri. Tá vit komu inn á gólvið um afturlatingartíð, var
um er enn óvist. Ætlaninar at fáa onkran annan at stilla upp ímóti honum eru helst gitingar. Føroya fólk má bara vóna, at tað ikki verður onkur meira víðgongdur, sum fer at troka hann av rókini. Hann verður [...] klárar at halda flokkin frá tí víðgongda rákinum. Framferðin, tá Signar á Brúnni fekk politiska durafjórðingin, ber ikki júst boð politiska reiðiligheit ella fólkaræðiligan anda. Og tað er júst her, at tann [...] vísa. Enn er ikki greitt, hvussu listin hjá Tjóðeldisflokkinum í Eysturoynni verður. Men alt bendir á, at Torbjørn Jacobsen verður fremsta valevni ? tann sterki maðurin. Almenningurin hevur longu frammanundan