Forvitnislig vitjan var á flogvøllinum í Vágunum og á tyrlupallinum á Boðanesi í Havn leygardagin. Tríggjar amerikanskar hernaðartyrlur vóru í Føroyum. Ein teirra legði leiðina til Havnar, har fólk fingu høvi at síggja tyrluna, og møguleiki var eisini at tosa við hermenninar, sum vóru umborð.
Hesar tyrlurnar, sum eru framleiddar í USA, eru ógvuliga framkomnar, og tær verða nýttar kring allan heim. Hesar tríggjar tyrlurnar, sum vóru í Føroyum, hoyra heima á amerikansku hernaðarstøðini í Keflavík, nærhendis Reykjavík í Íslandi.
Orsøkin til hesa vitjanina er, at londini í Norðuratlantshavinum samstarva innan leiting og bjarging á havinum. Hesar tyrlurnar verða mest nýttar til hetta endamálið og ikki til hernaðarlig endamál. Í sambandi við hetta samstarvið vóru tyrlurnar í Føroyum.
Serligar eginleikar
Eitt sermerkt við tyrlunum er, at tær kunnu fáa brennievni á tangan, meðan tær eru í luftini. Tað eru ikki nógvar tyrlur, sum kunnu tað. Lynx-tyrlurnar, sum eru umborð á donsku sjóverjuskipunum, kunnu ikki fáa brennievni í luftini.
At fylla tangan í luftini er ógvuliga hent, og tað verður eisini ofta nýtt. Tann 14. mai í ár fekk ein spanskur sjómaður stóran skaða av einum veiri umborð á einum trolara. Amerikansku Sea Hawk tyrlurnar fóru avstað úr Íslandi, og eitt flogfar við brennievni fór avstað úr Bretlandi. Óhappið hendi 320 sjómíl sunnanfyri Ísland. Tyrlurnar og flogfarið við brennievni møttust 200 sjómíl sunnanfyri Ísland, har tyrlurnar fingu bensin.
Síðani varð farið eftir sjómanninum, og hann varð førdur til lands.
Nógv fólk hugdu
Ein tyrla fór til Havnar, har hon lendi á Boðanesi í Havn. Har høvdu fólk møguleika at hyggja eftir tyrluni, og fólk kundu eisini tosa við teir amerikansku hermenninar.
Preben Skovgaard, sum er presseofficerur á Færøernes Kommando, metir, at eini 500 fólk nýttu høvi at hyggja eftir tyrlunum.
Hóast talan er um hernaðartyrlur vóru eingi vápn umborð, tí tær verða mest nýttar til bjarging og leiting. Tær kunnu tó hava stórar maskinbyrsur, sum eru festar undir tyrluni, um tørvur er á tí.