HM-fótbóltur
Dystirni millum Ongland og Argentina hava altíð verið nakað serligt í HM-høpi. Mest sum hvørja ferð londini eru brostin saman, hevur talan verið um sera avgerandi dystir, og mest sum hvørja ferð hevur dramatikkurin verið í hásætinum, meðan spælt er. Hvør minnist ikki hondina hjá Maradona í ?86 ella reyða kortið hjá Beckham í 1998.
Fríggjadagin komandi hittast liðini aftur, og tó at hesi dysturin er í innleiðandi bólkaspælinum, so tykist hann fyri Ongland at vera mest sum avgerandi fyri, hvørt teir koma víðari í kappingini.
Trupul støða
Við javnleikinum móti Svøríki settu onglendingar seg nevnliga í ringast hugsandi støðuna. Ikki minst, tí sviar eiga seinasta dystin móti Argentina, og tá kann somikið nógv longu vera avgjørt, at Argentina at kalla einki hevur at spæla fyri tann dystin.
Og so skulu Eriksson og hansara menn eisini vera fegnir um, at tað eydnaðist teimum at fáa javnleikin. Kanska var Ongland við yvirlutan í fyrra hálvleiki, men teir skaptu fáar møguleikar, og tað var eitt sindur sigandi, at eitt hornaspark skuldi til, áðrenn teir fingu skorað.
Í seinna var tað hinvegin Svøríki, sum hevði yvirvágna, og í mun til Ongland, so skaptu teir eisini hópin av møguleikum, og var tað ikki fyri ein væl spælandi Davic Seaman, so kundi talan eins væl verið um tap.
Batigol
Argentina greiddi sína skyldu í hinum dysinum í deyðans bólki. Nigeria hevur verið mett sum eitt hitt sterkasta afrikanska landið, men teir formáddu sær lítið móti favorittunum.
Bert eittans mál kom í dystinum, og var tað metmaðurin, Gabriel Batistuta, sum úr spískum stútaði eitt hornaspak í netið. Við hesum hevur Batigol gjørt 56 mál í sínum 76 landsdystum, og er hetta nógv tað mesta, sum nakar argentinskur landsliðsleikari hevur gjørt.
Úrslit:
Argentina-Nigeria 1-0 (0-0)
1-0: Gabriel Batistuta, 63.
Ongland-Svøríki 1-1
1-0: Sol Campbell, 24.
1-1: Niclas Alexandersson, 59.










