Triathlon
Føroyameistari 2003 gjørdist Gunnar Dahl Olsen, tá hann við góðari súkkling vann fram um Eli Christiansen, sum var undan honum úr hylinum, og eisini skifti skjótari til súkkling og rann eitt sindur skjótari enn Gunnar.
Nakað aftan fyri teir kom so Beinir Rasmussen, hann var nummar fýra úr hylinum, men skifti skjótast og súkklaði seg til eitt triðjapláss. Hinir báðir íðkararnir, Evald Rasmussen og Kári Simonsen komu á mál í hølunum hvør á øðrum.
Hesaferð eydnaðist hjá Kára at vinna á Evaldi, tí hann hesaferð, umframt at súkkla og renna skjótari, eisini skifti skjótari.
Skiftini nógv at siga
Tað er soleiðis í triathlon, at tá skift verður millum ítróttagreinirnar, mugu íðkararnir eisini skifta í klæðir, sum hóska til ítóttagreinina.
Fyrsta skiftið er frá svimjingini til súkklingina, og skal íðkarin renna frá svimjihylinum til súkkluna, sum stendur uttanfyri, á vegnum skal so hann skifta í súkkluklæðir.
Annað skiftið er frá súkkling til renning, og er tá ?bara? at fara úr súkkluskónum og í renniskógvarnar, og so avstað.
Hesi skifti verða ofta rópt ?gloymda ítróttagreinin?, tí íðkararnir geva skiftunum ov lítlan ans, og missa nógva tíð óneyðugt. Ofta er munurin millum íðkararnar fleiri minuttir, og serliga ein dag sum hendan, tá tað regnaði og var kalt, og menn ikki eru vanir at skifta klæðir vátir og loftnaðir.
Verður hugt eftir úrslitatalvunum, sæst ein stórur munur í tíðunum til skiftini, og er hetta tí at íðkararnir lótu seg væl í sunnudagin, tí ikki er tespuligt at fara út við vátum hári, stuttum ermum og stuttum brókum.
Úrslit, FM í 1/4 triahtlon:
Nr-NavnSvimjingSkift 1.SúkklingSkift 2.RenningSamlað
1. Gunnar D Olsen23.163.401.05.390.5346.012.19.33
2. Eli Christiansen23.003.271.11.591.0343.482.24.15
3. Beinir Rasmussen26.532.331.14.311.1850.152.35.30
4. Kári Simonsen29.003.001.23.080.4553.312.49.24
5. Evald Rasmussen24.442.471.28 380.5955.332.52.24