Sunnudagin hittust kvinnuliðini hjá B68 og B36 á Toftum. Endin var, at heimaliðið vann dystin við tveimum málum móti ongum.
Hetta var ein sera týdningarmikil sigur fyri B68, tí nú hava tær aftur samband við B36 og HB, sum liggja beint omanfyri B68 á stigatalvuni.
Sigurin var eisini uppiborin, og tað vísir seg nú, at B68 stendur seg ofta væl á heimavølli, og onnur lið hava torført við at basa teimum á Svangaskarði.
Hol á beinanvegin
B68 legði seg framum heilt tíðliga í dystinum. Ein verjuleikari hjá B36 skal høvda bóltin burtur úr brotsteiginum, men hetta miseydnast. Bólturin dettur fyri føturnar á framherjanum Irdi Hansen, og hon lobbar bóltin uppum málverjan, sum ikki hevði nakran møguleika at bjarga.
Nógv ferð var á dystinum, men tað gekk sera striltið at skapa nakrar veruligar málmøguleikar. B68 var tó liðið, ið hevði munin fyri steðgin, og tað var heimaliðið, ið hevði leikliga yvirvág.
B68 vann dystin um miðvøllin, og tað hevði við sær, at B36 ongantíð fekk fótin fyri seg í dystinum. B68-leikararnir vóru nógv grammari um allan vøllin og vístu størri vilja at vinna dystin enn B36.
Maibritt økti
Ta fyrstu løtuna av seinna hálvleiki gjørdist B36-liðið meira sjónligt á vøllinum og fekk sett okkurt álop í verk tó uttan at nakað spurdist burturúr.
B68 vann yvivágina aftur, og tá hálvleikurin var hálvrunnin fekk B68 seinna og avgerandi málið, men B36-verjan má eisini taka hetta málið á sínar herðar.
Ein langur bóltur verður sendur fram í brotsteigin hjá B36, har aftasti maðurin skal skjóta burtur, men hetta miseydnast. Ein B68-leikari fangar bóltin og sendir innfyri til Maibritt Olsen, sum langar til fyrstu ferð frá brotsteigarmarkinum. Bólturin fer inn dygst úti við stongina.
Við hesum sigrinum tekur B68 seg upp á seks stig og er nú bara trý stig aftanfyri B36 og eitt stig aftanfyri HB.