óttaðist allarmest. At tað skuldi ganga útyvir spælið, soleiðis at menn gjørdust ótryggir, og til dømis illa tordu at leggja aftur til mín. Men tað hendi tíbetur ikki. - Tvørtur ímóti, so stóðu vit øgiliga [...] málverja, so vildi eg sagt, at hatta ongan tíð kundi hent fyri meg. Men tað gjørdi tað kortini. Tú kanst finna upp á allar møguligar umberingar, men tær eru bara nyttuleysar í slíkum føri. [...] Sjálvandi var eg vónbrotin, og hetta var so absolutt ikki tað, sum eg hevði væntað av mær sjálvum. Men tað er einki at gera við tað, tá skaðin er hendur. Tú er noyddur at reisa teg, og sjálvur haldi eg
kanska ljóðar eitt sindur løgið, men okkara tilbúgving hevur einki við kaving at gera sum so. Tann parturin av bjarging í sambandi við ólukkur, liggur eitt sindur leysur, men tað er so ikki okkara skylda, [...] Jacobsen sigur, at hóast sløkkiliðið ikki hevur skyldu til at kava eftir fólki, so verður tað gjørt, men um nakað skuldi hent, so kann sløkkiliðið ikki lastast fyri tað, tí tað er ikki teirra ábyrgd. - Vit [...] Tað er ivaleyst tað mest náttúrliga, at sløkkiliðini fáa ábyrgd av hava tilbúgving av froskmonnum, men hetta kostar pengar. Kartni Jacobsen sigur, at skal sløkkiliðið í Havn hava ábyrgdina, so krevur tað
arar í Norðoyggjum og í Klaksvík hava havt úr at gera, men nú eru fleiri teirra farnir at selja bilar burturav, tí minni er at gera í løtuni. Men tað eru kortini aðrir sum framvegis vilja hava lastbilarnar [...] Haraldsund: Tað er bítandi kalt uttanfyri frost og norðanvindur. Og tað er eisini kalt innanfyri. Men kuldin tykist ikki nerva teir tríggjar menninar, sum henda dagin eru til arbeiðis í einum verkstaði [...] lastbilunum í fyritøkuni. Lastbilarnir hava havt úr at gera í samband við arbeiðið at gera Norðuatunnilin, men nú er so liðugt við tí. Ein onnur avbjóðing liggur nú fyri framman ein avbjóðing, sum teir í roynd
undanfarnu samgongu fekk undirtøku fyri at seta tveir landsstýrismenn at røkja hesi so týdningarmiklu mál. Men vit tosaðu fyri deyvum oyrum. Grundgevingar okkara um at hvørt av hesum økjum, sum jú tæna teimum veikastu [...] økjunum báðum- harmaljóð teirra eldru seinastu tíðina og spenta støðan í sjúkrahúsverkinum vátta, at menn áttu at havt lurta eftir ráðum okkara. Greiðastur er tó landsstýrismaðurin á økinum, sum í viðtalu [...] Dimmalætting tísdagin leggur kortini á borðið og bart út játtar, at: vit arbeiða við fleiri málum, men vit hava sera nógv at gera í almanna- og heilsumálaráðnum ... tí er nýtt forfólk ikki valt ( í jav
Hvalvíkar tvær ferðir. Unglingarnir skuldu súkkla helvtina av teininum sum vaksnu súkklararnir súkklaðu, men har møttu eingir luttakarar til kappingina. Børnini súkklaðu nakað styttri. Ein ruta uppá 2 km var [...] vóru tríggir luttakarar, einans dreingir. Hesir høvdu allir súkkla kapp fyrr. Harald Joensen vann, men vágadrongurin Jóanis Albert Nielsen sum súkklaði á fjallasúkklu, meðan hinir súkklaðu á kappsúkklu [...] eitt annað pláss. Benjamin Thomasen sum var triðji maður hevði eitt sindur av tekniskum trupuleikum, men var væl við í kappingini hóast alt. Í bólki 2 sum eru 9-11 ár (árg. 96-98) var býtið millum kynini
krav. - Men tað skal eingin misskiljing verða við tí. Eg havi einki at seta fingurin á viðvíkjandi arbeiðinum hjá verandi landsstýrismanni í kirkjumálum. Hetta snýr seg als ikki um persónar, men um starvið [...] sum er, men kanska einaferð í framtíðini. - Sjálvandi skulu vit sum politikarar ansa eftir tá vit lóggeva, at vit ikki lóggeva ímóti eitt nú okkara ríkisgrundlóg ella okkara stýrisskipan. Men í hesum førinum [...] einum landsstýrismanni í kirkjumálum stendur frítt at velja, um viðkomandi vil vera limur ella ikki. - Men tað er heldur ikki tann vegin, vit hugsa okkum at loysa tann spurningin. Tað er í tillutanini av málsøkjum
Compound Head to Head Knockout menn, gull Jógvan Niclasen, Single Compound menn, gull Schandorff Vang, Single Compound menn, silvur Hans Petur Højgaard, Single Recurve menn, bronsa Absalon Hansen, Recurve [...] best í kappingini, mannað liðið sum skal kappast í hesi grein. Tað var eisini tilfeldið hesaferð, men við einum undantaki. Schandorff Vang er royndasti bogaskjúttin hjá Føroyum, og vann eisini silvur í
árendar av einum maskinbáti. - Summi siga, at vit lógu inni á feltinum, meðan onnur siga tað øvugta. Men eg haldi ikki, at vit lógu inni á feltinum, sigur Maria Trygvadóttir. Tær vóru í gongd við at rógva [...] minnist er, at hasin báturin kemur skúmandi ímóti okkum. Onkur rópti bakborð, so eg stýrdi í bakborð, men tá fór maskinbáturin eisini í bakborð. So skiftu vit til stýriborð, og teir fara sama veg, og tá rendi [...] sjógvinum undir slíkum umstøðum. - Sjálvandi kann ein seta spurnartekin við, hví eg ikki hugdi út, men hatta var kleyvarskapur, tí har vóru heilir fýra mans umborð á maskinbátinum, og ongin av teimum hugdi
fyrstur um málið. Munurin aftur til Riddaran var ikki so stórur, sum hann hevur verið hinar ferðirnar. Men bátsformaðurin og róðursmaðurin á Jarnbardi heldur ikki, at sigurin hjá teimum var hóttur: - Vit vóru [...] á Riddaranum, sum vóru óførari hesa ferð, enn tær hava verið fyrr í ár, tað dugi eg ikki at siga. Men vit vóru ovurfegnir at vinna, og vit fara at gera okkara fyri, at tað eisini skal eydnast hjá okkum [...] á tann hátt, at hetta var 100. ferðin, at hon fekk gullmerki. Tey eru ikki øll vunnin í kappróðri, men nógv tey flestu eru frá sigrum í kappróðri. Jannie hevur spælt hondbólt í Kyndli, fótbólt í HB og flogbólt
Símun Eliasen er ein av ÍF veteranunum. Fyrr í ár hevur hann fleiri ferðir verið á miðvøllinum, men hesar seinastu ferðirnar hevur hann verið í miðverjuni. Hann kom á besta liðið hjá ÍF í 1991. Síðani [...] okkurt trý ár á rað, og eg hevði sera fegin viljað vunnið okkurt við ÍF, sum eg eri vaksin upp í. Men nú verður tað torført, staðfestir Símun Eliasen. Liðfelagin hjá honum, Magni á Lakjuni, sum Símun hevur [...] viðgerðar hvørt hálvár. Eingin ivi er um, at eg fari at spæla tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum, men í løtuni dugi eg einki at siga um, hvussu tað verður næsta ár, sigur Símun Eliasen, sum ikki dylir