Skelkaðar kvinnur umborð á Gongurólvi

- Tað snúði seg um eina lítla løtu, har eg siti og tosi við mína manning og tískil ikki hyggi út. Tað næsta eg síggi er ein maskinbátur, sum kemur beint ímóti okkum, sigur róðurskvinnan á Gongurólvi, Maria Trygvadóttir

Kvinnurnar á Gongurólvi fingu ein skelk á Fjarðastevnu, tá tær vórðu árendar av einum maskinbáti.
- Summi siga, at vit lógu inni á feltinum, meðan onnur siga tað øvugta. Men eg haldi ikki, at vit lógu inni á feltinum, sigur Maria Trygvadóttir.
Tær vóru í gongd við at rógva málið av á Skála, tá óhappið hendi. Vanligt er, at ein manning gjøgnumgongur, hvussu málið á einari stevnu skal rógvast, áðrenn sjálvan róðurin. Og tað var hetta, sum kvinnumanningin á Gongurólvi var í ferð við.
Maria sigur, at tær sótu og tosaðu um, hvar endaspurturin skuldi byrja, tá hon varnast, at ein maskinbátur kemur ímóti teimum.
- Alt hendi so skjótt, at tað einasta eg minnist er, at hasin báturin kemur skúmandi ímóti okkum. Onkur rópti bakborð, so eg stýrdi í bakborð, men tá fór maskinbáturin eisini í bakborð. So skiftu vit til stýriborð, og teir fara sama veg, og tá rendi hann so á okkum. Hetta snúði seg um nøkur sekund, so eg veit ikki, um vit kundu havt gjørt nakað fyri at hindrað samanstoytinum, greiðir róðurskvinnan á Gongurólvi frá. Hon heldur fram, at hon veit ikki, hvør hevur víkiskyldu á sjógvinum undir slíkum umstøðum.
- Sjálvandi kann ein seta spurnartekin við, hví eg ikki hugdi út, men hatta var kleyvarskapur, tí har vóru heilir fýra mans umborð á maskinbátinum, og ongin av teimum hugdi út, sigur hon avgjørd.
 
Spara bátin
Kvinnurnar á Gongurólvi verða kortini við á Vestanstevnu, men tær hava gjørt av at fara við Víkingi.
- Tað gera vit fyri at spara bátin, tí menninir hava jú møguleika til at gerast føroyameistarar, so teir skulu helst kunna brúka bátin, vísir hon á.
Sum Maria hevur skilt, er ætlanin at tetta Gongurólv sum frægast við silikoni og so nýta hann hetta kappingarárið út. Hvat síðani hendir, veit hon onki at siga um.
- Men vit hava so fingið undantaksloyvi at rógva sum Gongurólvur á Vestanstevnu við Víkingi. Annars sleppa vit ikki við á Ólavsøku, greiðir Maria Trygvadóttir frá.
Tað kemst av tí, at Gongurólvur bert hevur luttikið á tveimum stevnum higartil í ár, og ein bátur skal hava róð minst tríggjar FM stevnur fyri at kunna luttaka á Ólavsøku.