Símun Eliasen er ein av ÍF veteranunum. Fyrr í ár hevur hann fleiri ferðir verið á miðvøllinum, men hesar seinastu ferðirnar hevur hann verið í miðverjuni. Hann kom á besta liðið hjá ÍF í 1991. Síðani hevur hann verið eitt stutt skifti í KÍ og við HB hevur hann vunnið FM tvey tey seinastu árini, og í fjør var hann við til at vinna Løgmanssteypið.
- Tað hevði havt verið hugaligt at vunnið okkurt trý ár á rað, og eg hevði sera fegin viljað vunnið okkurt við ÍF, sum eg eri vaksin upp í. Men nú verður tað torført, staðfestir Símun Eliasen.
Liðfelagin hjá honum, Magni á Lakjuni, sum Símun hevur ferðast við úr Havnini og norður til Fuglafirðar til venjingar, spældi í finaluni fyri síðstu ferð í bestu deildini. Hann var fyrstu ferð á besta ÍF liðnum í 1990. Símun flutti upp í 1. deild í 1991.
- Eg veit ikki, hvussu leingi eg fari at spæla. Eg havi familju i høvuðsstaðnum, og arbeiðið krevur sítt. Fótbólts framtíðin verður tikin til viðgerðar hvørt hálvár. Eingin ivi er um, at eg fari at spæla tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum, men í løtuni dugi eg einki at siga um, hvussu tað verður næsta ár, sigur Símun Eliasen, sum ikki dylir, at hann er ógvuliga vónbrotin.
Hvussu ert tú nøgdur við avrikið í finaluni?
- Burtursæð frá fyrstu lítlu løtuni og so tá ið teir høvdu lagt seg á odda 3-1, so haldi eg, at vit fylgdu væl við teimum. Men tá ið vit síggja dystin í bakkspeglinum, so haldi eg, at gøtumenn spældu klókari enn vit gjørdu tað. Hjá okkum var tað gamla søgan, at vit ikki megnaðu at fáa nóg stóra úrtøku, og so er tað einki at ivast í, at tað kom okkum heilt illa við, at vit restaðu Poul og ikki minst Bartal, sum ofta hevur gjørt ein vørr, tá ið hann hevur verið fluttur fram í álopið.
Verður vónbrotið torført at vinna á?
- Hetta var so góði møguleikin hjá mær at vinna okkurt stórt við ÍF. Men vit mugu reisa okkum. Vit hava nógv at spæla fyri, tí longu sunnudagin verður talan um botnstríð á útivølli ímóti TB, sigur Símun Eliasen.