Noyddur at reisa seg

Jákup Mikkelsen ásannaði sjálvandi stóra brølaran, men hann legði eina við, at tað hjá sær bara ráddi um at gloyma mistakið og koma víðari í dystinum

Hóast tað hjá teimum allar flestu helst hevði togað sjálvsálitið nakað langt niðureftir, so helt Jákup Mikkelsen ikki, at hann hevði bestan hug at verða skiftur út, tá hann longu eftir 50 sekundum framdi ein av størstu brølarunum, sum royndi málverjin nakran tíð hevur gjørt.
- Sjálvandi var eg vónbrotin, og hetta var so absolutt ikki tað, sum eg hevði væntað av mær sjálvum. Men tað er einki at gera við tað, tá skaðin er hendur. Tú er noyddur at reisa teg, og sjálvur haldi eg, at tað er eitt eyðkenni fyri ein góðan málverja, at hann megnar at leggja mistøkini aftur um seg.
Og tað sá eisini út til, at liðið sum heild reisti seg væl hóast katastrofalu byrjanina?
- Tað var helst tað, sum eg óttaðist allarmest. At tað skuldi ganga útyvir spælið, soleiðis at menn gjørdust ótryggir, og til dømis illa tordu at leggja aftur til mín. Men tað hendi tíbetur ikki.
- Tvørtur ímóti, so stóðu vit øgiliga væl á vøllinum, og trýstið, sum vit høvdu roknað við fór at koma, kom ikki av álvara fyri steðgin. Kanska tí teir høvdu fingið eina slíka dreymabyrjan, sum teir ikki høvdu roknað við.
Og tit høvdu kanska eisini takið á dystinum eina góða løtu miðskeiðis í fyrra hálvleiki?
- Tað gekk øgiliga væl. Og vit fingu eisini pláss til at spæla. Teir vóru als ikki so agressivir, tá teir skuldu vinna bóltin, og tað hóvaði okkum sera væl. Somikið væl, at vit væl kundu javnað hesa løtuna.

Kundi ikki henda
Um hendingina sjálva segði Jákup annars, at hann als ikki sá Benayoun, sum kom rennandi ímóti sær.
- Jón Rói leggur aftur, og tann maðurin, sum var í hølunum á honum, heldur fram at renna eftir bóltinum. Tí takið eg bóltin við mær burtur frá honum, og eg ansaði als ikki, at ein annar maður var har.
Og hatta er kanska eisini ein slík hending, sum kemur fyri eina ferð í lívinum?
- Ja. Um eg sá nakiað tílíkt í sjónvarpinum frá einum øðrum málverja, so vildi eg sagt, at hatta ongan tíð kundi hent fyri meg. Men tað gjørdi tað kortini. Tú kanst finna upp á allar møguligar umberingar, men tær eru bara nyttuleysar í slíkum føri.