Súkkling
Súkkla var á vegnum millum Hvalvik og Saksun.
Vaksnu súkklararnir súkklaðu úr Hvalvík til Saksunar og aftur til Hvalvíkar tvær ferðir. Unglingarnir skuldu súkkla helvtina av teininum sum vaksnu súkklararnir súkklaðu, men har møttu eingir luttakarar til kappingina.
Børnini súkklaðu nakað styttri. Ein ruta uppá 2 km var máld upp, og á hesum teini fyrigekk øll súkklingin fyri bólkarnir 1,2 og 3.
Bólkur 3, sum eru 12-14 ár (árg. 93-95) súkklaðu 6 km. Har vóru tríggir luttakarar, einans dreingir. Hesir høvdu allir súkkla kapp fyrr. Harald Joensen vann, men vágadrongurin Jóanis Albert Nielsen sum súkklaði á fjallasúkklu, meðan hinir súkklaðu á kappsúkklu, megnaði at vinna sær eitt annað pláss. Benjamin Thomasen sum var triðji maður hevði eitt sindur av tekniskum trupuleikum, men var væl við í kappingini hóast alt.
Í bólki 2 sum eru 9-11 ár (árg. 96-98) var býtið millum kynini betur. Hesi skuldu súkkla 4 km. Her vóru eisini tvær gentur við. Tær vóru sera javnar, og tað vísti seg at bert 4 sekund skilti tær, og tað var Tórun Hentze Laksafoss sum fór við sigrinum, meðan Jórunn Maria Dalsgaard bleiv nummar tvey.
Hjá dreingjunum var størri munur. Niels Gilstein Midjord vann við einum heilum minutti á kappingarneytanum Rasmus Mohr Nielsen, men tað skal sigast at Niels súkklaði á kappsúkklu, meðan Rasmus og nummar trý Magnus Heinason Eysturoy súkklaðu á kappsúkklu.
Yngsti bólkur skuldi súkkla 2 km. Hesi eru yngri enn 8 ár (fødd í og aftaná '99).
Tummas Simonsen dróg longsta stráðið har, meðan Bartal Dam Gregoriusen bleiv nummar tvey. Argjamaðurin Hákun Poulsen gjørdist nummar 3.
Hjá vaksnu súkklarunum vóru 5 luttakarar. Longdin á teininum var 36 km. Kappingin byrjaði kl 10 leygarmorgun, og kanska ávirkaði tað luttakaratalið at tað var so tíðliga um morgunin, men hvussu var og ikki so gjørdist 17 ára gamli Torkil Veyhe vinnarin. Meðal ferðin hjá honum lá um 41 km/t í meðal. Hetta er høg ferð á einum einkultstarti, og tað munnu ikki vera nógvir av føroysku súkklarunum sum hava súkkla so skjótt á einum so longum teini.