kann ikki viðgerast sum løn, tí tað er ikki fyrr enn fyrsta arbeiðsdag í hvørjum mánað, at tað ber til at rokna barsilsgjaldið út. Verður barsilsgjaldið roknað út seinast í hvørsum mánaðinum, er upphæddin [...] gjald úr barsilsskipanini, skulu hava pengarnar seinasta arbeiðsdag í hvørjum mánað. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum. Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur [...] hevur spurt hann, hví tey, sum fáa barsilsgjald ikki fáa hann fyrr enn fjórða gerandisdag í hvørjum mánað. Hon vísir á, at tey flestu foreldrinu hava fastar útreiðslur og tí kunnu tey koma í eina ringa støðu
hvørt fólk í Føroyum. Bankar hava eina týðandi funktión í samfelagnum, tí teir tryggja, at tað til dømis ber til hjá einum ungum pari at keypa eini hús nú, sum tey annars høvdu skulað spart upp til í nógv, [...] eftir skatt. Tað er ikki vanligi mátin at fortelja um eitt úrslit (mann samráðist heldur ikki um “løn eftir skatt” á arbeiðsmarknaðinum), so mann kann hugsa, um tað man vera tí, at tað ljóðar minni, tá [...] nógv ár. Tríggir av bankunum í Føroyum eru so ella so áttir av kundunum, meðan Føroya Banki er áttur av partaeigarum, sum vilja hava ein fíggjarligan vinning. Men við hasum úrslitunum - serliga hjá teimum
skerdan lut, tí tær kunnu væntast at skula vera enn longri í barnsburðarfarloyvi, enn tær hava verið higartil. Semja í samgonguni Í november í fjør legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, líknandi uppskot [...] síðan skipanin fór at virka 1.juni í fjør, hava 945 kvinnur nýtt rættin til barnsburðarfarloyvi, meðan bara 497 pápar hava nýtt henda rætt til farloyvi við løn. Og í flestu førum halda páparnir tað vera [...] barnið er borið í heim. Elisabeth O. Gaardbo, stjóri á ALS, sum eisini umsitur útgjaldið úr Barsilsskipanini, sigur, at talið av pápum, ið koma inn í Barsilsskipanina, tykist vera komið í eina fasta legu
skipan staðfestir, at løgmaður og landsstýrisfólk í veruleikanum fara niður í hálva løn ella enntá longur niður, um tilmælini verða samtykt. Orsøkin liggur í fjaldu, men sera góðu, eftirlønarskipanini. Vit [...] bæði løgmaður og landsstýrisfólk skuldu munandi upp í løn. Í rundum tølum verður talan um eina lønarhækkan á 150.000 til 200.000 krónur um árið til ávíkavist landsstýrisfólk og løgmann, sambært tilmælinum [...] árið sum løgmaður upptjenar hann sær níggju prosent av árslønini í eftirlønargjaldi, hvørt ár so leingi hann livir. Við støði í miðalaldrinum í Føroyum kann okkara 50 ára gamli løgmaður væntast at liva, til
lægstløntu fremst í huganum. Fólkaflokkurin hevur so ongan tíð havt tað, meðan Javnaðarflokkurin bert tykist vera arbeiðaravinur í andstøðu. Vit síggja javnaðartingmenn gráta krokudillutár í út- og sjónvarpi [...] peningin sum íløgur í verandi og nýggjar vinnur. Slutur og vrøvl. Ikki ein av króna av teimum, sum tey vælbjargaðu fáa meira útgoldið, fer til slíkt. Peningurin endar í kassanum hjá Føtex í Keypmannahavn og [...] trúgva, at teir kunnu nýta okkara løn sum trumf í rossahandlum, sum bara fara at geva arbeiðsgevarunum fyrimunin. Og eiga fakfeløgini ikki eingang at hugsa um at gerast partur í trípartasamráðingum. Vit síggja
vit fylgja við í, hvussu tey hava tað, og hvussu tey mennast. Vit skulu meta um, hvussu øll børnini hava tað, hvussu tey mennast í mun til aldurin, tey eru í, og hvørji tiltøk skulu setast í verk, um eitthvørt [...] hana hava vit í okkara hondum hvønn dag. Hetta er gull vert og kann ikki gerast upp í pengum. Hetta halda vit vera ein sera stór ábyrgd, og vit halda so avgjørt ikki, at verandi karmar og løn liva upp til [...] skal ongin ivi vera í, at tey allarflestu, sum blíva foreldur, megna uppgávuna væl. Foreldur elska síni børn treytaleyst; tey ynskja teimum alt tað besta og gera eisini sítt allarbesta í øllum viðurskiftum
fremstu starvsfólkunum í umsitingini í Tórshavnar býráði fer nú frá. Tað boðar Tórshavnar Býráð frá í dag. Talan er um tekniska stjóran, Jákup Egholm Hansen, sum leggur frá sær í dag. Hann hevur verið tekniskur [...] er, sigur, at Jákup Egholm Hansen fær løn í sjey mánaðir, umframt tað, hann eigur til góðar í feriu og annað. Men hesa tíðina skal hann vera til taks hjá kommununi í samband við mál, hann hevur kunnleika [...] stjóri hjá Tórshavnar kommunu í átta ár og hann tekur nú við øðrum avbjóðingum í Tryggingarfelagnum Føroyum, sum tikið verður til. Longu tá Jákup Egholm Hansen byrjaði í starvinum hjá kommununi, hevði
vann gull í rekk-kappingini. Hann vann eisini silvur í lop-kappingini. Í lopi vann Rani A. Dalsgarð úr HF gull, Aron Jacobsen úr HF silvur og Christopher A. Klevang, somuleiðis úr HF, bronsu. Í parallell [...] Í videobrotinum omanfyri ger fimleikarin hjá Havnar Fimleikafelag Aron Jacobsen eitt sonevnt Yamawaki-lop í rekk-kappingini. Hetta er fyrstu ferð, at lopið er gjørt undir kapping í Føroyum. Tað var undir [...] undir aðru steypakappingini í amboðsfimleiki í Fimi í gjár, at Aron Jacobsen framdi bragdið. Yamawaki-lopið er sera torført at gera og krevur nógva styrki og harða venjing. Hangandi úr barrini, sum er ein
ósemjur um eina flogternu, sum býr og virkar í Danmark, skulu viðgerast í Danmark og upp á sama máta skulu ósemjur um flogternur, sum búgva í Føroyum, skulu viðgerast í Føroyum. Samstundis sigur hon, at tað er [...] Waast, forkvnna í FPU, ið er danska felagið, sum felagið hjá flogternunum, Súlan, er limur í. Semingsmaðurin er givin at finna semju ímillum flogternurnar og Arbeiðsgevarafelagið og í hesum sambandi hevur [...] donskum reglum í danska arbeiðsrættinum. Og tað vil Arbeiðsgevarafelagið undir ongum umstøðum góðtaka. Les meiri um tað her: Samráðingarnar um nýggjan sáttmála eru slitnaðar Í einum tíðindaskrivi í dag heldur
løntakarum, í grunnin. Sostatt er gjaldið í grunnin tilsamans fimm prosent av øllum lønum í Føroyum og sum støðan er nú, er gjaldið, pensjónistar fáa úr grunninum, 4.025 krónur um mánaðin. Men í Føroya A [...] limir, staðfesti formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen, á aðalfundinum hjá felagnum nú um vikuskiftið. Í løtuni rinda løntakarar 2,5 prosent av øllum lønum tey fáa, í Samhaldsfasta og arbeiðsgevarar [...] at gjaldið í grunnin skal hækkast upp í 7,5 prosent til hvønn partin, soleiðis at tað verður tilsamans 15 prosent. Tey hava roknað út, at tá kann gjaldið úr grunninum vera 15.000 krónur í pensjón um mánaðin