Vil hava pengarnar í hondini seinast í hvørjum mánað

Men sum skipanin er nú, ber tað ikki til

Tey, sum fáa gjald úr barsilsskipanini, skulu hava pengarnar seinasta arbeiðsdag í hvørjum mánað. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum.

 

Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hví tey, sum fáa barsilsgjald ikki fáa hann fyrr enn fjórða gerandisdag í hvørjum mánað. Hon vísir á, at tey flestu foreldrinu hava fastar útreiðslur og tí kunnu tey koma í eina ringa støðu, um peningurin ikki er á kontuni innan fyrsta í einum mánaði.

Helgi Abrahamsen sigur, at barsilspeningur kann ikki viðgerast sum løn, tí tað er ikki fyrr enn fyrsta arbeiðsdag í hvørjum mánað, at tað ber til at rokna barsilsgjaldið út.

 

Verður barsilsgjaldið roknað út seinast í hvørsum mánaðinum, er upphæddin ikki tann rætta, tí tann seinasta lønin í hvørjum mánaði fer gjøgnum lønarskránna ímillum 24. og 26. í mánaðinum.

 

Skal henda lønin takast við í útrokningina, skal farloyvi afturførast og samstundis skal lønin skrásetast soleiðis, at hon hongur í skipanini til mánaðin eftir. Hetta er sera arbeiðskrevjandi, tí tað skal gerast við handakraft.

 

Tí er mannagongdin tann, at barsilsgjaldið verður roknað út fyrsta arbeiðsdag í mánaðinum, tá allar lønir eru farnar gjøgnum lønarskránna. Dagin eftir, annan arbeiðsdag, eftirkannar og góðkennir Barsilsskipanin útgjøldini og sendir tey til Gjaldstovuna til avgreiðslu. Triðja arbeiðsdag avgreiðir Gjaldstovan gjøldini og sendir tey til Betri Banka, sum síðani sendir útgjøldini víðari til hinar bankarnar. Útgjaldið er sostatt á kontu fjórða arbeiðsdag í mánaðinum.

 

Men Helgi Abrahamsen sigur, at ætlanin er at broyta skipanina og í tí sambandi verður hesin trupulleikin tikin við.

 

– Miðað verður eftir, at tey, sum fáa barsilspening, fáa hann á kontu seinasta arbeiðsdag í mánaðinum, sigur Helgi Abrahamsen.