Gjaldið, sum pensjónistar fáa úr Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum skal vera 15000 krónur um mánaðin.
Tað halda tey í Føroya Arbeiðarafelag.
Nú samgongan arbeiðir við eini nýggjari pensjónsskipan, hava tey í Føroya Arbeiðarafelag eisini eina greiða meining um, hvussu hon skal vera.
Vit frá fakfeløgunum á privata arbeiðsmarknaðunum og Føroya Fiskimannafelag hava allatíðina víst á, at Samhaldsfasti er tann besta skipanin fyri okkara limir, staðfesti formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen, á aðalfundinum hjá felagnum nú um vikuskiftið.
Í løtuni rinda løntakarar 2,5 prosent av øllum lønum tey fáa, í Samhaldsfasta og arbeiðsgevarar rinda somuleiðis 2,5 prosent av øllum lønum tey rinda løntakarum, í grunnin.
Sostatt er gjaldið í grunnin tilsamans fimm prosent av øllum lønum í Føroyum og sum støðan er nú, er gjaldið, pensjónistar fáa úr grunninum, 4.025 krónur um mánaðin.
Men í Føroya Arbeiðarafelag halda tey, at gjaldið í grunnin skal hækkast upp í 7,5 prosent til hvønn partin, soleiðis at tað verður tilsamans 15 prosent.
Tey hava roknað út, at tá kann gjaldið úr grunninum vera 15.000 krónur í pensjón um mánaðin til hvønn pensjónist.
Annars hevur løgtingið samtykt, at allir løntakarar skulu rinda 15 prosent av lønini til sína egnu pensjón.
Í løtuni er gjaldið hjá teimum í Føroya Arbeiðarafelag komið upp á 10 prosent, og tey mæla til, at tað gjaldið ístaðin verður brúkt til gjaldið til Samhaldsfasta, ella má tað rindast sum løn, fyri at tað ikki skal raka inntøkurnar so meint.