Aron dugir nakað eingin annar dugir

Í steypakappingini framdi Aron Jacobsen eitt lop, sum eingin áður hevur gjørt í Føroyum.

Í videobrotinum omanfyri ger fimleikarin hjá Havnar Fimleikafelag Aron Jacobsen eitt sonevnt Yamawaki-lop í rekk-kappingini.

 

Hetta er fyrstu ferð, at lopið er gjørt undir kapping í Føroyum. Tað var undir aðru steypakappingini í amboðsfimleiki í Fimi í gjár, at Aron Jacobsen framdi bragdið.

 

Yamawaki-lopið er sera torført at gera og krevur nógva styrki og harða venjing. Hangandi úr barrini, sum er ein vatnrøtt stong, sum hongur 2 metrar frá gólvinum, skal fimleikarin hoppa upp um hana og snara sær á í luftini.

 

Tað er fyrsta rørslan, sum Aron Jacobsen ger í brotinum omanfyri.

 

Videobrotið er endurgivið við loyvi frá Havnar Fimleikafelag.

 

Aron Jacobsen fekk eisini løn fyri sítt strev – hann vann gull í rekk-kappingini. Hann vann eisini silvur í lop-kappingini.

 

Í lopi vann Rani A. Dalsgarð úr HF gull, Aron Jacobsen úr HF silvur og Christopher A. Klevang, somuleiðis úr HF, bronsu.

 

Í parallell barr vann Christopher A. Klevang úr HF gull, Djóni Sakarisson úr HF silvur og Rani A. Dalsgarð úr HF bronsu.

 

Í rekk vann Aron Jacobsen úr HF gull, Óli Joensen úr HF silvur og Christopher A. Klevang úr HF bronsu.

 

Hjá kvinnum vann Elsbet Dalbø úr HF gull í gólv, Anna Paula Garðshorn úr Ljósinum vann silvur og Kaspara Danielsen úr HF bronsu.

 

Í bita vann Elsbet Dalbø úr HF gull, Kaspara Danielsen úr HF silvur og Christina T. Arge úr Ljósinum bronsu.