Randi Hentze og Irena Tróndheim
námsfrøðingar á Dagstovninum á Argjum
------
Nú stríð er staðið upp í millum pedagogfelagið og fíggjarmálaráðið/kommunala arbeiðsgevarafelagið, vilja vit við hesi grein royna at geva fólki eina betri fatan av námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovnum.
Vit hava veruliga hugsað nógv um, hvussu vit kunnu fáa fólk at skilja okkara arbeiði, hví vit skulu hava námsfrøðingar á dagstovnum, og hvussu stóran týdning tað hevur, at vit fáa fyrireikingartíð og løn, sum samsvara við tey krøv, sum eru áløgd okkum.
Grundin til, at vit skriva hetta, er, at vit alt ov ofta hoyra, at tað ikki er neyðugt at hava útbúgving fyri at taka sær av børnum. Hetta er álvarsom misskiljing, tí fólk samanlíkna arbeiðið á dagstovnum við at vera foreldur.
Vit kunnu skjótt blíva samd um, at tað krevst ongin útbúgving fyri at gerast foreldur, tíbetur.
Tað skal ongin ivi vera í, at tey allarflestu, sum blíva foreldur, megna uppgávuna væl.
Foreldur elska síni børn treytaleyst; tey ynskja teimum alt tað besta og gera eisini sítt allarbesta í øllum viðurskiftum, sum viðvíkja børnunum.
Men tey fáa ikki eina automatiska vitan um børn, og hvussu børn mennast, bara tí at tey gerast foreldur.
Vit hava lisið í 3½-4 ár um børn og barnauppaling, hvussu børn mennast t.d. málsliga, rørsluliga, sosialt, sálarliga, kensluliga o.s.fr.
Foreldur hava ikki lært, hvussu týdningarmikið tað er at stuðla uppundir menningina hjá barninum, og á hvønn hátt tað kann verða gjørt.
Tey hava heldur ikki lært um, hvat kann henda, tá iðalt ikki gongur, sum tað skal, um okkurt í uppalingini vantar, hvørji tekin eru á ymiskar trupulleikar, sum barnið møguliga stríðist við o.s.fr.
Hesa vitan og nógva afturat hava vit sum námsfrøðingar, og hesa vitan er tað álagt okkum í barnagarðslógini at brúka.
Okkara arbeiðið skal taka støði í endamálsgreinini í løgtingslóg nr. 67 frá 10 mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt. (http://www.namsaetlanir.net/node/2 ) Hetta eru ikki smávegis krøv, og tað er avgjørt neyðugt at hava námsfrøðiliga útbúgving fyri at útinna hesi krøv á bestan hátt.
Nú er tað so í dagsins samfelagi, at flestu foreldur arbeiða og hetta inniber so sjálvsagt, at tað verða onnur enn foreldrini, sum skulu taka sær av børnunum.
Vit tosa um 6-9 tímar um dagin, har foreldrini ikki eru saman við børnunum. Hetta eru nógvir tímar! Tímar, har tað eru námsfrøðingar og hjálparfólk, sum eru saman við tí dýrabarasta, foreldrini eiga.
Vit skulu ikki vera ístaðin fyri foreldrini, men saman við teimum stuðla uppundir menningina hjá barninum.
Tey fyrstu 7 árini, eru tað vit saman við foreldrunum, sum mynda barnið. Børnini eru okkara framtíð, og hana hava vit í okkara hondum hvønn dag. Hetta er gull vert og kann ikki gerast upp í pengum.
Hetta halda vit vera ein sera stór ábyrgd, og vit halda so avgjørt ikki, at verandi karmar og løn liva upp til ábyrgdina.
Tað, sum foreldur og fólk sum heild í samfelagnum síggja í okkara arbeiði, eru gávur, sum barnið hevur við heim, okkurt sum tað hevur málað, tey fáa at vita, at barnið hevur spælt, gingið túr o.s.fr .
Hetta er sjálvsagt eisini virksemi, sum skal fyrireikast, og hetta er eisini virksemi, sum verður gjørt við einum námsfrøðiligum baktanka, sum hevur týdning fyri menningina hjá børnunum.
Hetta er so eisini tann meira sjónligi parturin av arbeiðinum á einum dagstovni, men námsfrøðiligt arbeiði er so ómetaliga nógv meira enn túrar, máling, spæl o.a.
Tá ið eitt barn byrjar á stovni, er tað okkara uppgáva frá fyrsta degi at fylgja við, hvussu barnið mennist, hvussu samspælið er við foreldrini, okkum vaksnu á stovuni, hini børnini o.s. fr.
Hetta er ikki ein uppgáva, sum bert tekur nakrar tímar ella dagar. Vit fylgja við børnunum hvønn einasta dag og gera eina rúgvu av eygleiðingum, sum eiga at verða skrivaðar niður, men hetta hendir alt ov sjáldan, tí vit hava ikki tíðina til tað.
Hetta líkist ongum, tí øll børn eru ymisk, og øll hava sterkar og veikar síður, hóast tey eru púra vanlig børn. Tey hava líka stóran tørv á, at vit fylgja við í, hvussu tey hava tað, og hvussu tey mennast.
Vit skulu meta um, hvussu øll børnini hava tað, hvussu tey mennast í mun til aldurin, tey eru í, og hvørji tiltøk skulu setast í verk, um eitthvørt er, sum vit skulu arbeiða við, lítið sum stórt. Fyri tað einstaka barnið hevur tað alstóran týdning fyri menningina, at har eru vaksin, sum fylgja við børnunum og tryggja teimum bestu umstøður, til at stuðla uppundir bæði tær sterku og veiku síðurnar.
Okkara uppgáva er eisini ein lærarauppgáva, men samanborið við læraran, sum mest mennir tann bókliga førleikan, so er okkara uppgáva í størri mun at menna allar aðrar førleikar, sum liggja til grund fyri, at barnið, tá ið tað kemur í skúla, kann megna tær bókligu uppgávurnar og avbjóðingarnar.
Hetta er uppgávur, sum eru álagdar okkum at gera, men undir verandi karmum er hetta ikki møguligt, tí slíkt arbeiði krevur góða fyrireiking.
Slíkar uppgávur snúgva seg ikki bert um tveir til tríggjar mánaðir, men alla ta tíðina, barnið gongur á stovni.
Vit eru noydd til at planleggja, eftirmeta og reflektera okkara arbeiði eins og aðrir fakbólkar. Vit arbeiða við børnum, og børn ávirkast eins og vaksin av øllum lívsins viðurskiftum. Tí er okkara arbeiði ikki altíð so lætt at siga um frammanundan, og tí eru vit eisini noydd at fylgja serliga væl við.
Tað verða sett stór krøv til okkum, bæði frá børnum, foreldrum, kommunu, lands myndugleikum og samfelagnum sum heild.
Skulu vit liva upp til hesi krøv, er tað avgerandi, at eisini okkara krøv um tíð til fyrireiking og munandi betri løn, verða gingin á møti.