til eina Noregsferð. Umframt at selja kakao og bollar fer flokkurin eisini undir at selja lutaseðlar. Flokkurin ætlar sær til Noregs í januar ár 2000. Tað er ikki óvanligt, at slíkar skúlabarnaferðir verða [...] verða gjørdar hesa tíðina á árinum. Hetta er 3. árið á rað, at flokkur av Venjingarskúlanum fyrireikar seg til Noregsferð. Leiðin hesaferð gongur til Sulseter, sum í januar mánað er eitt frálíkt skípláss [...] hava goldið pengar til ferðina, síðani teir vóru í 5. flokki. Eisini hava teir savnað pengar saman við at skipa fyri køkutobola, bilvaski og øðrum tiltøkum. Flokslærari hjá 9b er Eyðólvur Dimon, sum eisini
internetinum visti hósdagin at siga, at Jógvan við Keldu, tingmaður, ikki var møttur á tingfundinum mikudagin. Sosialurin tók gerðabókina fyri góða vøru og endurgav tí, at Jógvan við Keldu var millum teirra [...] avstað eftir døgurða, tí hann skuldi til jarðarferð. Marjus Rein frá løgtingsskrivstovuni ásannar, at villa var í gerðabók løgtingsins, og tekur hann á seg alla ábyrgdina fyri mistakinum. ? Vit kanna altíð [...] Keldu eina umbering. Protokoll verður altíð førd yvir, hvørji tingfólk møta til tingfundirnar, fyri at kunna halda eftirlit við ferðapeningi tinglimanna.
Neyðugt verður at tátta í. Hetta verður sagt í faldaranum fyri januar, sum Føroyahúsið letur gera. Roynt hevur verið í nøkur ár við nógvum virksemi at bøta um fíggjarligu korini í húsinum. Hetta hevur [...] fingin til vega. Men í faldaranum verur tó gjørt greitt, at peningurin røkkur ov stutt. Og nú føroyska játtanin stendur í stað, verður neyðugt at tátta í. Húsini fáa somu játtan fyri 2000, sum fyri 1999 [...] verður bert opin frá klokkan 16 til 19. Tá tiltøk eru verður tó opið longur út á kvøldið. Til ber at vitja inn á heimasíðuna hjá húsinum: www.faroehouse.dk
og tískil fer Bessir at nýta loyvini, sum South Island hevði við Svalbard, í russiskum sjógvi, Barentshavinum og á Flemish Cap. Nýggju eigararnir siga, at enn er nakað tíðliga at siga stórvegis um keypið [...] Vágur hevur mist nógv skip í seinastuni, men sólskinssøgur eru eisini at hóma, tí nú er nýtt rækjuskip á veg til Vágs. Tað er P/F Klettur í Vági, ið átti South Island, sum nú hevur ætlanir um keyp av 10 [...] keypið, tí mangt kann henda. Men samráðingarnar eru lidnar og greitt er, at talan er um nøgdan keypara og seljara. Keypari og seljari eru samdir um prísin. Bessir er á stødd við rækjuskipini, sum eru í føroyska
føroyskar fyritøkur fara at gera annað arbeiði í samband við nýggja rørið, t.d. at stoypa nýggju stabbarnar til rørið frá Rykisvatnið og oman til Elverkið í Botni. Arbeiðið at útskifta elektroteknisku [...] útgerðina á orkuverkinum verður SEV at standa fyri. Samlaði kostnaðurin av hesi nýgerð av Elverkinum í Botni í Suðri kemur at kosta einar 14 mió. kr. Elverkið í Botni, sum kom uppí SEV í 1963, letur 5
øll at loysast á ein virðiligan hátt, um vit skulu ganga fullveldisleiðina. Og tað skulu vit! Tí hesin peikifingur ? ella ávaring ? til okkara menn í landstýri og løgtingi. Kanska tað er farið at øra fyri [...] hansara format. Men øll hini í okkara fullveldissamgongu mugu nú fara undir at brúka tað, tey í vøggugávu fingu millum oyruni! At fara undir nýtt løgtingshús fyri 70 milliónir ? í hvussu so er ? er ikki bara [...] humanistiskum sjónarmiðið; tað er eisini klokkureint politiskt-taktiskt sjálvmorð! Undanførslurnar við at hetta er gomul løgtingssamtykt, halda ikki. Nú má vit og skil nýtast. Serliga júst nú! Setið so handan
løgting. Elsta søguliga kelda, sum vit hava um hetta, er, at tá føroyingar gingu undir landslógina hjá Magnusi Hákunssyni í 13. øld, verður sagt, at hetta hava føroyingar samtykt á altingi. Gamla navnið fyri [...] nninir hava nýtt um høvuðstingið í Havn, og merkir tað, at hetta ting hevur havt hægsta vald. So í 13. øld kom norska landslógin, sum segði, at undir kongsins valdi vóru nøkur ting við avmarkaðum myndugleika [...] okkum úr tí oki, sum higartil hevur ligið á okkum og gerast eitt fullvalda ríki. Nú er tí hóskiligt, at vit eisini leggja aftur um okkum ta niðring av okkara tingi, sum liggur í tí navni, sum harrar okkara
Tað stendur sambært AP News at lesa á hansara egnu netsíðu, og sangarin doyði í morgun, verður sagt. Eftir hann sita kona, fýra børn og fleiri abbabørn. - Hann var til reiðar at fara, skal kona hansara, Judith [...] Coghlan Lewis, hava sagt á netsíðuni hjá manninum. Deyðsorsøkin er ikki kend, men tað verður ikki dult, at Jerry Lee Lewis hevur havt heilsutrupulleikar í longri tíð. - Seinastu árini hevur hann verið fongdur [...] livað longri, enn roknað hevur verið við. Fyrr í hesi vikuni bóru fleiri útlendskir miðlar tey tíðindi, at rockstjørnan var deyð, og her varð víst til amerikansku netsíðuna, TMZ, men seinni sama dag, sum tíðindini
eydnðast tað KA at skora fýra mál á rað, og leggja seg á odda 20-19. Eftir tað fylgdust liðini. Aon Fivers minkaði um munin til 29-30 tá 70 sekund vóru eftir at leika. Tað eydnaðist tó KA at knógva sigurin [...] døgum við liði sínum, KA í eysturríkska høvuðsstaðnum, Wien fyri at spæla tveir dystir í Europa Cup kappingini. Í kvøld eydnaðist tað KA at vinna fyrra dystin móti Aon Fivers 30-29. Aon Fivers var á odda
økinum. Í Nes kommunu visa tey á, at kommunan hevur longt Høganesvegin, sum gongur undir Høganesi og inneftir. - Nýtt sethúsaøki er í niðaru síðu av vegnum, meðan ætlanin er at hava randarhús, íbúðir og annað [...] annað í ovaru síðu av vegnum. Lagt verður aftrat, at byggifelagið KBH fer í hesi verkætlanini at byggja tvey ymisk húsasløg í tveimum hæddum. - Hvørt randarhús hevur yvirdekkað bilskýli, tøknirúm, goymslu [...] wc, grovkøk, stórt rúm til køk og stovu og ávikavist trý ella fýra kømur. Í Nes kommunu vísa tey á, at stór altan ella terassa hoyrir til hvørt av húsunum, og her verður gott tún, bæði í niðaru og ovaru