So doyði Jerry Lee Lewis

- Hann var til reiðar at fara, skal kona hansara, Judith Coghlan Lewis, hava sagt á netsíðuni hjá manninum.

Rockstjørnan, Jerry Lee Lewis, er deyður, 87 ára gamal.

 

Tað stendur sambært AP News at lesa á hansara egnu netsíðu, og sangarin doyði í morgun, verður sagt. Eftir hann sita kona, fýra børn og fleiri abbabørn.

 

- Hann var til reiðar at fara, skal kona hansara, Judith Coghlan Lewis, hava sagt á netsíðuni hjá manninum.

 

Deyðsorsøkin er ikki kend, men tað verður ikki dult, at Jerry Lee Lewis hevur havt heilsutrupulleikar í longri tíð. 

 

- Seinastu árini hevur hann verið fongdur við ymiskum sjúkum og skaðum, og sambært hansara læknum hevur hann livað longri, enn roknað hevur verið við.

 

Fyrr í hesi vikuni bóru fleiri útlendskir miðlar tey tíðindi, at rockstjørnan var deyð, og her varð víst til amerikansku netsíðuna, TMZ, men seinni sama dag, sum tíðindini bórust, vórðu tíðindini rættað.

 

Nú var Jerry Lee Lewis ikki deyður kortini. 

 

Tíðindini, sum í dag vera borin, siga, at rockstjørnan doyði í heimi sínum í Memphis, Tennessee.