Savna pening til Noregsferð

Tá jólatræið á Vaglinum í Havn verður tendrað leygardagin klokkan 16 verður eisini gjørt okkurt fyri, at fólk ikki skulu fara svong og tyst heimaftur. Tá fara nevniliga ein skúlaflokkur á Venjingarskúlanum og flogbóltsfelagið Fleyr at standa fyri sølu av kakao og bollum oø. við.

Talan er um 9b á Venjingarskúlanum, sum savnar inn pening til eina Noregsferð. Umframt at selja kakao og bollar fer flokkurin eisini undir at selja lutaseðlar.

Flokkurin ætlar sær til Noregs í januar ár 2000. Tað er ikki óvanligt, at slíkar skúlabarnaferðir verða gjørdar hesa tíðina á árinum. Hetta er 3. árið á rað, at flokkur av Venjingarskúlanum fyrireikar seg til Noregsferð. Leiðin hesaferð gongur til Sulseter, sum í januar mánað er eitt frálíkt skípláss. Um summarið heldur ein kendur ríðiskúli til har. Tveir danskir 9. flokkar fara til Sulseter um sama mundið, sum næmingarnir úr 9b á Venjingarskúlanum leggja frá landi.

Næmingarnir hava goldið pengar til ferðina, síðani teir vóru í 5. flokki. Eisini hava teir savnað pengar saman við at skipa fyri køkutobola, bilvaski og øðrum tiltøkum.

Flokslærari hjá 9b er Eyðólvur Dimon, sum eisini verður við á ferðini.



mynd


9b á Venjingarskúlanum, tá hann vitjaði á Ferðslutrygd nú um dagarnar. (Mynd Ferðslutrygd)