Gerðabók løgtingsins skeiv

.

Gerðabók løgtingsins á internetinum visti hósdagin at siga, at Jógvan við Keldu, tingmaður, ikki var møttur á tingfundinum mikudagin. Sosialurin tók gerðabókina fyri góða vøru og endurgav tí, at Jógvan við Keldu var millum teirra, ið ikki var á fundi.

Men hetta var ikki rætt. Jógvan við Keldu var nevniliga á tingfundi allan fyrrapartin, men fór avstað eftir døgurða, tí hann skuldi til jarðarferð.

Marjus Rein frá løgtingsskrivstovuni ásannar, at villa var í gerðabók løgtingsins, og tekur hann á seg alla ábyrgdina fyri mistakinum.

? Vit kanna altíð tvær ferðir eftir, um tingmenn eru á fundi. Á mínum lista var Jógvan við Keldu ikki møttur, men tó stóð hann á hinum listanum, ið onnur taldu upp. Tí er tað eg, ið havi ábyrgdina av mistakinum, og havi eg givið Jógvani við Keldu eina umbering.

Protokoll verður altíð førd yvir, hvørji tingfólk møta til tingfundirnar, fyri at kunna halda eftirlit við ferðapeningi tinglimanna.