Tað er byggifelagið KBH á Toftum, ið eigur hesa verkætlan, sum í hesum førinum fevnir um seks randarhús.
- Húsini eru staðsett í náttúruvøkrum umhvørvi við góðum útsýni yvir Skálafjørðin. Randarhúsini eru partur av nýggja býlinginum í økinum.
Í Nes kommunu visa tey á, at kommunan hevur longt Høganesvegin, sum gongur undir Høganesi og inneftir.
- Nýtt sethúsaøki er í niðaru síðu av vegnum, meðan ætlanin er at hava randarhús, íbúðir og annað í ovaru síðu av vegnum.
Lagt verður aftrat, at byggifelagið KBH fer í hesi verkætlanini at byggja tvey ymisk húsasløg í tveimum hæddum.
- Hvørt randarhús hevur yvirdekkað bilskýli, tøknirúm, goymslu, inngongd, dur, tvey wc, grovkøk, stórt rúm til køk og stovu og ávikavist trý ella fýra kømur.
Í Nes kommunu vísa tey á, at stór altan ella terassa hoyrir til hvørt av húsunum, og her verður gott tún, bæði í niðaru og ovaru síðu.
##med2##
##med3##